Fótbóltur

Mattias Lamhauge: - Landsliðssteðgurin kom ta perfekta tíðspunktið

Kappingin um málverjuplássið her er opið, og man skal prógva seg fyri at spæla fyri Føroyar. - Á Tórsvølli kann alt henda og serliga um viðhaldfólkini veruliga standa aftanfyri, sigur málverjin um møguleikarnar móti Kroatia.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-09-03 19:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mattias Lamhauge hevur verið í miðdeplinum seinastu tíðina. 26-ára gamli havnarmaðurin fekk møguleikan í málinum hjá Fredericia 1. august móti FCK.

Føroyski málverjin stóð seg væl teir fýra dystirnar í Superliguni - serliga í tí seinasta sum var ein 1-0 sigur á Randers.

Sí eisini: Bold hevur Mattias á vikuliðnum

Hetta var tó ikki nóg mikið at byrja frammanfyri Etienne Green, sum í síðstu viku kom úr Premier League-felagnum Burnley, tá Fredericia vitjaði í Århus sunnudagin: Mattias varð vrakaður

- Eg var eitt sindur bilsin av at byrja úti eftir eitt øðiliga gott tíðarskeið; persónligt og hjá liðnum. Dystin frammanundan vinna vit 1-0: Altíð stuttligt hjá liði, verju og málverja og so ein avgerð sum...var eitt sindur serstøk. At ein maður sum akkurat var komin inn skuldi koma inn. Júst frágreiðingina frá venjarnaum helt eg vera heldur serstaka...men eg kann ikki koma so nógv meira inn á hana.

Tað var eyðsæð ein vónbrotin Mattias Lamhuage, sum Portalurin tosaði við mánadagin í sambandi við fyrstu venjingina hjá landsliðnum í samlingini.

Sí eisini: Bjartalíð: Gleði meg altíð at møta hesum grýlunm aftaná

Myndir: Gunnar og Viljormur vandu við til fyrstu venjingina

Opin kapping á landsliðnum - fantastiskt at vera aftur í Føroyum og á Tórsvølli

Við øllum sum var farið fram, helt Mattias Lamhauge tað vera eitt perfekt tíðspunkt við hesum landsliðssteðginum: Fantastiskt at vera aftur í Føroyum og á Tórsvølli nú, staðfesti hann

Vit gjørdu tó annað enn at umrøða støðu hansara í Fredericia. Har er eisini ein málverjukapping á landsliðnum við Bárð á Reynatrøð:

- Tá man er á føroyska landsliðnum, skral man altíð "gera seg fortjentan" - eisini til venjing. So tað er ein opin kapping. Og so skal man vísa, hví man skal byrja inni. Um man er málverji ella útispælari.

Um uppgávuna móti HM-bronusvinnarunum úr Kroatia sigur Mattas soleiðis: 

- Vit skulu altíð stremba eftir einum úrsliti, tá vit traðka inn á vøllin. Spælararnir hjá Kroatia eru kendir og spæla á hægri stigi enn teir flestu hjá okkum, men á Tórsvølli kann alt henda. Serliga, sum eg eisini vænti, at viðhaldfólkini veruliga standa aftanfyri okkum.

Sí eisini: Nærum útselt til Føroyar - Kroatia

Hoyr alla samrøðuna við Mattias Lamhauge um landsliðsstøðuna og uppgávuna ovast

hoyr brotið um Fredericia-støðuna her

HM-undankapping 4. umfar: 
Fríggjadagin 5. september á Tórsvølli
19.45 Føroyar - Kroatia

Til ber enn at keypa atgongumerki her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder