
Tað tykiskt vera stórur spenningur í Føroyum, nú manslandsliðið aftur skal í eldin, og Luka Modric og hinir HM-bronsuvinnararnir vitja.
Sí eisini: Balon D'Or vinnari vitjar á Tórsvølli
Myndir: Gunnar og Viljormur vandu við til fyrstu venjingina
Tað hevur ikki verið útselt á Tórsvølli til ein landsdyst síðani til dystin móti Danmark fyri fýra árum síðani, tá 5.000 fólk sóu ein spennandi og dramatiskan HM-undankappingarnardyst, sum danir ikki avgjørdi fyrrenn heilt móti endanum.
Til dystin móti Skotlandi, í oktober, 2021 vóru 4.676 áskoðarar.
Savnsmynd: Sverri Egholm
Nú, nakað yvir trý samdøgur eru til HM-undankappingardystin, eru eingin atgongumerki eftir til eystaru langsíðuna. Tað er tann síðan, har flest setur eru á Tórsvølli.
Aftanfyri málið eru bert nøkur atgongumerki tøk at keypa á Skansanum, og so eru nakað av atgongumerkjum niðanfyri eftir á vestaru síðuni. Omanfyri har er VIP.
Harvið bendir nógv á, at tað veðrur útselt til Føroyar - Kroatia.
Vænta umleið 600 kroatiar
Seinastu kroatiskir áskoaðrar vóru í Føroyum, gjørdu teir vart við seg á ymsar keðiligar hættir.
"Fótbóltsfjeppararnir" hjá Hajduk Split, sum í stóran mun vóru "hooligans" gjørdu herverk og annað. Teir settu annars sín dám á, á Tórsvølli, við rómaraljósum og øðrum.
Tað gekk ikki friðarliga fyri seg, tá Hajduk Split-fjepparar vóru á Tórsvølli (Mynd: Tórir Photo)
So er spurningurin, hvussu áskoðarar hjá kroatiska landsliðnum skikka sær. Fótbóltssambandið upplýsir, at talan verður um áleið 600 útiáskoðarar.
Hetta merkir, at kroatar fáa tveir tær uttastu bólkarnir á eytstaru langsíðuni (101 og 102), og so verður ein bólkur tómur - ella mannaður við løgreglu. Hetta ger eisini, at tað ikki kann verða fullsett fríggjakvøldið.
HM-undankapping 4. umfar:
Fríggjadagin 5. september á Tórsvølli
19.45 Føroyar - Kroatia
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald