Fótbóltur

Bjartalíð: - Gleði meg altíð at møta hesum grýlunum aftur

Klaksvíkingurin í Fredrikstad er á landsliðnum fyri fyrstu ferð í sínum skaðadarvaða 2025: - Tað var ein stór uppliving at spæla móti Crystal Palace og ein góð fyrireiking hjá mær til landsdystirnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-09-02 19:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað er einki sum ein fullsettur Tórsvøllur...eitt fríggjakvøld móti Kroatia: Tað verður fantastiskt.

Hetta sigur Jóannes Bjartalíð, sum gleðir seg at møta Luka Modric, Ivan Perisic og hinum, "áðrenn teir leggja gaggurnar á hyllina".

Sí eisini: Nærum útselt til Føroyar - Kroatia

29-ára gamli klaksvíkingurin hevur tíverri ikki verið so nógv í gaggunum í ár, sum hann og teir í Fredrikstad ætlaðu. Ein skaði hevur darvað tekniskt gávaði og álopskenda spælaran.

- Eg havi ikki verið við landsliðnum síðani í november í fjør, so hetta er deiligt. Altíð gott at síggja hesar "grýlurnar ", sum Jóannes við einum smíli og skemtandi kallar viðleikararnar og teir rundanum.

Jóannes Bjartalíð setur eisini orð á tað at royna seg móti einum Premier Leagur-felagi í Premier League undan landsdystunum móti Kroatia.

Hoyr alla samrøðuna við landsliðsspælaran ovast

Sí eisini:  Mattias Lamhauge: - Ein serstøk avgerð sum eg varð bilsin av
Myndir: Gunnar og Viljormur vandu við til fyrstu venjingina

HM-undankapping 4. umfar: 
Fríggjadagin 5. september á Tórsvølli
19.45 Føroyar - Kroatia

Til ber enn at keypa atgongumerki her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder