Fríggjakvøldið leiktu Føroyar javnt ímóti Sveis, í einum sonnum gysara. Í dag er mótstøðuliðið Montenegro, í einum dysti, har ein sigur er sera umráðandi, um vónir skulu vera um at spæla seg víðari úr bólkinum.
Veddingarfyritøkurnar, sum mettu ein sigur til Sveis vera sannlíkan, fríggjakvøldið, meta at føroyingar eiga størra møguleikan í dag.
Talan er um eitt mótstøðulið, sum spælir uppá stødd og styrki, har skot úr frástøðu kunnu væntast. Máttmiklu montenegrobúgvarnir fara at trýsta føroyingar, men eiga Føroyar ein kláran mun, tá ið tað snýr seg um ferð og hegni.
Kjartan Johansen og Helgi H. Hoydal sita aftur uttanfyri dystarhópin í dag.
Dysturin byrjar klokkan 17 føroyska tíð.
Fylg við beinleiðis bloggi á Portalinum
Sí eisini: Pauli Mittún: - Máttmiklir montenegrinar fara at trýsta føroyingar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald