Annað

McGregor og Khabib fáa harðari revsing fyri gøludystin

Leikbannið hjá UFC íðkarunum er longt til óvissa tíð.

Conor McGregor (t.v) og Khabib Nurmagomedov (t.h) (Mynd: Ritzau)

Conor McGregor (t.v) og Khabib Nurmagomedov (t.h) (Mynd: Ritzau)

2018-10-25 09:36 Author image
Ari av Rana
placeholder

17 dagar eftir gøludystin millum Conor McGregor og Khabib Nurmagomedov í Ultimate Fighting Championship (UFC) er enn óvist hvør framtíðn ber fyri stríðsmenninar.

Í gjár var fundur í Nevada State Athletic Commission, sum skipar fyri UFC dystunum í Nevada, har allir teir stóru dystirnir verða leiktir. Á fundinum varð avgjørt, at leikbanni hjá báðum stríðsmonnunum verður longt í óvissa tíð, skrivar TV2.

Væntandi verður nýggj støða tikin í desember, tá McGregor og Khabib verða bodnir inn til eina hoyring.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder