Fótbóltur

Meinhard og Mjøndalen vunnu fyrra upp- og niðurflytingardystin

Jerv legði seg annars á odda í Mjøndalen, men í 77. minutti og í yvirtíðini setti Mjøndalen seg í betri støðu til at halda sær í deildini..

Meinhard Egilsson Olsen heldur ikki fram til Mjøndalen í 2025 men royndir at syrgja fyri, at liðið tá ikki spælir í triðbestu norsku deildini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Meinhard Egilsson Olsen heldur ikki fram til Mjøndalen í 2025 men royndir at syrgja fyri, at liðið tá ikki spælir í triðbestu norsku deildini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-11-25 13:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrr dysturin um uppflyting til og niðurflyting úr OBOS-deildini varð spældur í Mjøndalen sunnudagin.

Heimaliðið hevur spælt í næstbestu norsku deildini seinastu árini og vil gjarna halda sær har. 

Hetta er triðja árið hjá Meinhard Egilsson Olsen í Mjøndalen. Føroyski vongurin spældi bert seks dystir í fjør, tí hann sleit krossbandið í mai 2023. Annars hevur Meinhard verið fastur maður, og hevur hann persónliga havt eitt gott kappingarár við millum annað sjey málum.

Landsliðsspælarin byrjaði inni í gjár og spældi 86 minuttir. Jerv úr triðbestu deildini legði seg á odda eftir hálvan tíma, og tað var ikki fyrrenn í 77. minutti, at Mjøndalen javnaði. Í 95. minutti kom aftur forloysandi og ógvuliga týðandi mál til heimaliðið. Tað var til 2-1, tá Joachim Solberg sló til fyri Mjøndalen.

Tað endaði eisini 2-1, og harvið hevur liðið hjá Meinhardi Egilsson fyrimunin undan seinna dystinum, sum verður í Grimstad leygardagin. 

Talan verður um seinasta dystin hjá 27-ára gamla føroyska vonginum fyri Mjøndalen. Sáttmálin gongur út við ársenda, og Meinhard hevur boðað frá, at hann ikki ætlar at halda fram í norska felagnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder