Fótbóltur

Meinhard skoraði - Stefan legði upp

Meinhard Egilsson Olsen tryggjaði Mjøndalen stig í Oslo við flottum máli, og Stefan Radosavljevic hevði góða fríspæling til sigursmálið hjá Sligo á útivølli móti oddaliðnum. Málini síggjast her.

Meinhard Egilsson Olsen í nærdysti í Klaksvík. Hetta í B36-tíðini har Stefan Radosavljevic, sum sæst aftanfyri, var ein av liðfeløgunum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Meinhard Egilsson Olsen í nærdysti í Klaksvík. Hetta í B36-tíðini har Stefan Radosavljevic, sum sæst aftanfyri, var ein av liðfeløgunum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-06-01 17:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir av spælarunum, sum eru aftur á landsliðnum og skulu til Baltic Cup í næstu viku, høvdu eitt gott kvøld í ávíkavist norska og írska høvuðsstaðnum í gjár. Bæði Meinhard Egilsson Olsen og Stefan Radosavljevic høvdu avgerandi fót við í stigum hjá Mjøndalen og Sligo Rovers.

Í Írlandi fekk Sligo Rovers óvæntað trý stig á útivølli móti oddaliðnum Shelbourne, sum Damien Duff er venjari hjá. Tað var 1-1 miðskeiðis í 2. hálvleiki, tá Stefan Radosavljevic fekk bóltin á miðjum vølli. Tvøramaðurin tók hann við sær, rak og sendi síðani perfekta stikkning innum verjuna til Fabrice Hartmann, sum avgjørdi dystin.

Hæddarpunktini úr Dublin síggjast omanfyri. Avgerandi málið, ið Stedan legði upp til, sæst frá 4.30. Stefan hevur nummar 18 á rygginum

Stefan spældi lítið í byrjanini av kappingarárinum, men føroyingurin er nú byrjaður inni sjey dystir á rað hjá Sligo.

Liðið er nummar átta av teimum tíggju í bestu írsku deildini. Stefan Radosavljevic fær helst eisini dystin mánakvøldið móti Drogheda við, áðrenn miðvallarin møtir við landsliðnum. 

[object Object]
Stefan Radosavljevic eftir landsliðsmál í Kosovo. Álopskendi miðvallarin var ikki við til landsdystirnar í november ella í mars men er úttikin til Baltic Cup (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Meinhard Egilsson Olsen er aftur eftir drúgvan skaða, og 27-ára gamli runavíkingurin skoraði í gjárkvøldið sítt triðja mál í hesum kappingarárinum. Talan var um tað fyrsta í opnum spæli, og tað kom á eitt turt stað hjá Mjøndalen.

Fimm minuttir vóru eftir av dystinum í Oslo, tað var 1-0 til Lyn, men so slapp Meinhard at flukta mitt fyri í brotsteignum: Væl sett inn av nummar ellivu.

Hæddarpunkt síggjast á tv2.no og vg.no

Við málinum syrgdi Meinhard Egilsson fyri einum stigi til Mjøndalen, sum er beint omanfyri strikuna í næstbestu norsku deildini. 10 stig fyri 10 dystir - næsta uppgáva er næsta sunnudag. Tá er Meinhard við føroyska A-landsliðnum til Baltic Cup. Liðið savnast týsdagin.

Sí eisini: Silas og Gullbrandur á A-landsliðnum á fyrsta sinni

Sí eisini: Brandur Olsen givið avboð og Aron Ellingsgaard boðsendur

Sí eisini: Andrias Edmundsson í gongd við at finna nýtt felag

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder