Fótbóltur

Silas og Gullbrandur á A-landsliðnum á fyrsta sinni

Meinhard Egilsson Olsen og Patrik Johannesen aftur eftir langtíðarskaða, og Samuel Chukwudi, Jóannes Kalsø Danielsen og Stefan Radosavljevic eisini við aftur. Nógvir skaðar til Baltic Cup.

Samuel Chukwudi hevur spælt fast og hevur spælt væl fyri HB í ár. Ungi miðverjin, sum fekk sínar fyrstu A-landsdystir í november 2022, var úti so at siga alt síðsta ár (Mynd: Sverri Egholm)

Samuel Chukwudi hevur spælt fast og hevur spælt væl fyri HB í ár. Ungi miðverjin, sum fekk sínar fyrstu A-landsdystir í november 2022, var úti so at siga alt síðsta ár (Mynd: Sverri Egholm)

2024-05-27 10:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Håkan Ericson kunngjørdi fyri lítlari løtu síðani hópin, sum í juni skal spæla tveir venjingarlandsdystir. Hetta í Baltic Cup, har Føroyar eru bodnar við.

Hópurin, sum Håkan Ericson og toymi hava úttikið, til Baltic Cup:

Málverjar:
Mattias Heðinsson Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Silas Eyðsteinsson, B36

Verjuspælarar:
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Jann Julin Benjaminsen, B36
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Daniel Johansen, Thisted FC (Danmark)
Bartal Wardum, HB Tórshavn
Samuel Johansen Chukwudi, HB Tórshavn
Andrias Edmundsson, MKS Chojniczanka (Pólland)
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)

Miðvallarar:

Hanus Sørensen, HB Tórshavn
Arnbjørn Svensson, Víkingur
René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad FK (Noreg)
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen (Noreg)
Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers (Írland)

Áleyparar:
Pætur Petersen, KÍ Klaksvík
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík
Petur Knudsen, NSÍ Runavík
Jóan Símun Edmundsson, FC Shkupi (Norðurmakedónia)
Patrik Johannesen, Breiðablik (Ísland)

Við fyri fyrstu ferð

Nógvir skaðar seta sín dám á. Hesir eru so skaðadarvaðir, at teir ikki eru tøkir: Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Sonni Ragnar Nattestad, Hørður Askham, Jákup Biskopstø Andreasen, Jóannes Bjartalíð, Mads Boe Mikkelsen, Hallur Hansson, Andrass Johansen og Sølvi Vatnhamar. Ári Mohr Jónsson er eisini júst komin aftur frá skaða.

Teitur Matras Gestsson er upptikin av próvtøkum um tvær vikur, og málverjin verður harvið ikki við. Hetta gevur pláss til Silas Eyðsteinsson, sum bert hevur spælt ein Betrideildardyst í ár.

Eins og vágamaðurin, er Gullbrandur í Horni Øregaard - ið eisini hevur ættarbond til Sandavágs -  við fyri allarfyrstu ferð. Hann hevur seinastu árini spælt fast á U21-landsliðnum og spælir eisini fast í miðverjuni hjá Sandnes Ulf í næstbestu norsku deildini. 

[object Object]
Gullbrandur Øregaard í U-21 landsdysti fyri Føroyar ímóti Kroatia. Tá spældi hann á miðvøllinum, vísti styrki og legði upp til mál (Savnsmynd: Bjarni Enghamar)

[object Object]
Håkan Ericson á tíðindafundinum (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Samuel Chukrudi er aftur (Mynd: Sverri Egholm)

Baltic Cup (venjingarkapping)
Leygardagin 8. juni:
Estland - Føroyar
Lettland - Litava

Týsdagin 11. juni:
Finalan/Dysturin um 3. plássið.

[object Object]

[object Object]

[object Object]
Myndir: Sverri Egholm

Dagført: 12.44

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder