Andrias Edmundsson hevur síðani november 2022 spælt sjey A-landsdystir fyri Føroyar. Í so at siga øllum hevur høgi miðverjin staðið sterkur í myndini. Á Brøndby Stadion í mars varð hann mettur at vera besti maður hjá Føroyum og fekk eisini nógv rós frá donskum viðmerkjarum.
Eftir tíðarskeið sum ungdómsspælari í Sunderland og síðani yrkisspælari í Spania, har Andrias var skaðadarvaður, hevur toftamaðurin nú spælt eitt heilt kappingarár í Chojniczanka í Póllandi.
Føroyingurin hevur verið fastur maður sum miðverji í triðbestu pólsku deildini. Chojniczanka vann seg í play-off umfari um uppflyting, men tapti mikukvøldið 2-1 í hálvfinaluni.
Harvið eingin uppflyting, og tað er nú greitt, at Andrias Edmundsson ikki heldur fram í felagnum. Sáttmálin millum partarnar gongur út um ein mánaða, og hann verður ikki longur. Hesum váttar landsliðsmiðverjin fyri Portalinum.
ASáttmálin gonguir út 30. juni og verður ikki longdur - nú leitar Andrias Edmundsson eftir nýggjum felagi, har føroyingurin skal spæla yrkisfótbólt (Mynd: FSF/Hans Erik Danielsen)
Tilgongdin at finna nýtt felag er í gongd, og tað er góður møguleiki fyri, at Andrias heldur fram í pólskum fótbólti. 23-ára gamli toftamaðurin fær ikki sagt meira enn tað nú, men sum skilst er tað mest sannlíkt, at tað verður í einari hægri deild, um tað verður í Póllandi.
Andrias Edmundsson skal nú til Føroyar í samband við landsliðsuppgávur. Landsliðið savnast á Svangaskarði týsdagin og fer seinni í næstu viku til Baltic Cup.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald