Fótbóltur

Meinhard skoraði sítt fyrsta mál fyri Mjøndalen

Landsliðsleikarin skoraði seinni málið í 2-0 sigri á útivølli móti Sandnes Ulf í gjárkvøldið, og talan var um eitt dundurskot. Mjøndalen er oddalið í næstbestu norsku deildini.

25-ára gamli Meinhard Egilsson Olsen hevur eisini lagt upp til fýra mál í fyrstu átta dystunum hjá Mjøndalen, har hann er fastur maður (Mynd: Sverri Egholm)

25-ára gamli Meinhard Egilsson Olsen hevur eisini lagt upp til fýra mál í fyrstu átta dystunum hjá Mjøndalen, har hann er fastur maður (Mynd: Sverri Egholm)

2022-05-24 12:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Meinhard Egilsson Olsen skifti í vetur til Mjøndalen, sum farna kappingarár flutti niður úr Eliteserien. Liðið spælir harvið í OBOS-ligaen, ið er næstbesta deildin í Noreg, og har hevur liðið úr Drammen kommunu - ikki langt frá Oslo - fingið eina sera góða byrjan. Eftir útisgurin í gjár hevur Mjøndalen 22 stig út av 24 møguligum eftir átta umfør.

Longu eftir seks minuttir legði áleyparin Benjamin Stokke útiliðið á odda, og hóast Sandnes Ulf, ið hevði føroyska U21 landsliðsleikaran Gullbran Øregaard á bonkinum allan dystin, hevði nakrar stórar møguleikar til at javna, so var 0-2 í steðginum takkað verið einum føroyskum máli.

Fimm minuttir fyri hálvleik stakk bólturin leysur til Meinhard Olsen, ið staddur á brotsteigarmarkinum smekkaði til, og so hevði 25-ára runavíkingurin skorað sítt fyrsta mál fyri felagið. 

Dysturin endaði 2-0, og Meinhard hevði harvið ein heilt góðan dag. Fyrrapartin varð hann úttikin til føroyska A-landsliðið, sum í fyrru hálvu av juni skal spæla fýra 

Les eisini: Håkan Ericson úttikið 23 leikarar til Nations League dystirnar í juni

Meinhard Egilsson Olsen byrjaði inni á vinstra vongi og spældi allar 90 minuttirnar, eins og hann hevur gjørt teir flestu dystirnar hjá ósigraða oddaliðnum í OBOS-deildini í ár. Higartil hevur kviki vongurin lagt upp til fýra mál og nú skorað eitt.

Felagið, ið Meinhard spældi fyri í fjør, fekk eitt stig í gjár. Bryne var annars á odda 2-0, tá 25 minuttir vóru leiktir á útivølli móti Grorud, men Rógvi Baldvinsson og hinir megnaðu ikki at halda fast, og tað endaði 2-2. Rógvi spældi allar 90 minuttirnar sum vinstri miðverji. Hann er, eins og Meinhard Egilsson, úttikin til Nations League-dystirnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder