Fótbóltur

Meira dentur lagdur á menning enn úrslit í Norðurmakedónia

Føroyska liðið skal nýta venjingardystin í annaðkvøld sum fyrireiking og til at brynja spælarar - millum annað yngri spælarar - til landsliðsuppgávur framyvir. Seinni í dag er venjing á skránni á stóra leikvøllinum.

Spurningurin er nú millum annað, hvussu nógvar broytingar Håkan Ericson og toymi fara at gera á føroyska liðnum (Mynd: Sverri Egholm)

Spurningurin er nú millum annað, hvussu nógvar broytingar Håkan Ericson og toymi fara at gera á føroyska liðnum (Mynd: Sverri Egholm)

2023-03-26 08:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skopje, Norðurmakedónia (Portalurin) - Eftir at føroysku spælararnir høvdu stríðst og at enda fingið eitt stig í Moldova fríggjakvøldið, var ikki tíð til nógva hvíld, áðrenn leiðin gekk víðari.

Tíðliga seinnapartin í gjár varð flogið úr Chisinau til Skopje, ið er høvuðsstaður í Norðurmakedónia. Túrurin vardi ikki nógv meira enn ein tíma, og stutt eftir at føroyska ferðalagið var komið uppá pláss á fimm-stjørnaða Park gistingarhúsinum miðskeiðis í býnum, var venjing á skránni.

Teir ið spældu nógv í Moldova vandu í frálíka styrkishølunum á gistingarhúsinum undir leiðslu av fysioterapeutinum Rickard Dahan. Hinir høvdu eina harða fótbóltsvenjing á graslíkisvøllinum beint við stóra Todor Proeski leikvøllin.

[object Object]
Noah Mneney, her til venjing í Moldova, var ein av teimum sum vandi fótbólt í gjár. Hesar venjingarnar dagin fyri dyst standa Eli Hentze og Magni Mohr vanliga fyri (Mynd: Sverri Egholm)

Tað er á Todor Proeski, at Føroyar og Norðurmakedónia spæla í annaðkvøld klokkan 17 føroyska tíð. Leikvøllurin er beint yvirav gistingarhúsinum, miðskeiðis í norðurmakedónska høvuðsstaðnum. Í dag venur allir hópurin saman har - mest sum fyrireiking til dystin. 

Hesin dysturin snýr seg ikki um stig. Hjá Håkani Ericson og toymi snýr hann seg meira um, hvussu føroyska liðið kann flyta og menna seg. Tað gevur eisini fleiri spælarum - millum annað lutfalsliga ungum spælarum - at fáa virðismiklar landsliðsminuttir móti góðari mótstøðu.

Áðrenn venjingina í dag verður tíðindafundur, og Portalurin fer seinnapartin at hava ymiskt tilfar úr Skopje.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder