Dreymurin um at fáa eitt søguligt "Treble" reyk hjá Vali í gjárkvøldið. Afturlending vitjaði til fjórðu hálvfinaluna í íslendska meistarastríðnum. Í dystum stóð 2-1 til Afturlending, ið harvið kundi avgera alt.
Hetta eydnaðist hjá útiliðnum, hóast tað var 14-11, tá steðgur var í Reykjavík. Valur megnaði tó ikki at spæla ein góðan seinna hálvleik, og tað endaði 27-29.
Allan Norðberg skoraði eitt mál í dystinum. Strandingurin og liðfelagirnir kunnu ugga seg við, at teir eru íslendskir steypavinnarar, og at teir hava evropeiskar finalur fyri framman.
Leygarkvøldið (18. mai) vitjar grikska stórfelagið Olympiacos til fyrru European Cup-finaluna. Í næstu viku skal Valur til Grikkaland. Samanlagdi vinnarin fer avstað við steypinum í triðsterkastu evropeisku kappingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald