Fótbóltur

Meistararnir fyri ósigri í Russlandi

Á Old Trafford endaði tað við málleysum javnleiki.

Benzema og co. megnaðu ikki at skora í Moskva í kvøld
(Mynd: EPA)

Benzema og co. megnaðu ikki at skora í Moskva í kvøld (Mynd: EPA)

2018-10-02 22:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað vóru nøkur áhugaverd úrslit í fyrstu átta dystunum í 2. umfarið í bólkaspælinum. 

Trýfaldu meistararnir úr Madrid vóru á vitjan í Moskva, og har kom einasta málið í dystinum longu í 2.minutti, tá Nikola Vlasic sló til fyri CSKA. Real Madrid, ið var uttan Bale, Isco, Marcelo og Ramos, royndi at svara aftur allan dystin, men hóast stóra leikliga yvirvág til Real so eydnaðist tað hjá heimaliðnum at halda fast. Í hinum dystinum í bólki G vann Roma sannførandi á heimavølli, har Edin Dzeko gjørdi hattrick.

United og Mourinho eru undir trýsti, og tað gjørdist so ikki betri í kvøld. Tað endaði við málleysum javnleiki, tá Valencia var á vitjan. Talan var um ein heldur taman dyst. United hevur fingið ein fína byrjan í bólkinum, men spurningarnir um óró, innanhýsis stríð, onga greiða og keðiliga leikætlan, Mourinho, Zidane o.s.fr hvørva ikki eftir ein slíkan dyst. Juventus hevur fult stigatal í bólkinum.

Í bólki E fekk Benfica ein góðan útisigur í Grikkalandi. Portugisiska liðið fekk reytt kort beint fyri hálvleik, so javnaði AEK til 2-2, men so avgjørdi útiliðið dystin, tá eitt korter var eftir. Í Munchen fekk Ajax ein góðan javnleik. Bayern kom annars á odda næstan beinanvegin, men hollendska liðið svaraði væl aftur og leikti ein góðan dyst.

Fyrr í kvøld vann City 2-1 í Týsklandi við málið seint í dystinum frá David Silva. Lyon byrjaði frálíkt við at vinna í Manchester fyri tveimum vikum síðani. Í kvøld kom var Shakhtar á odda 2-0 í Fraklandi, men við tveimum skjótum málið fekk heimaliðið eitt stig.  

Les meira um sigrarnar hjá Juventus og City fyrr í kvøld her

Her eru úrslitini í kvøld og støðurnar í bólkunum:  

Bólkur E: AEK Athen – Benfica 2-3 (0-2)
               Bayern Munchen – Ajax 1-1 (1-1)

Ajax 4 
Bayern 4
Benfica 3
AEK 0

Bólkur F: Hoffenheim - Manchester City 1-2 (1-1)
               Lyon – Shakthar Donetsk 2-2 (0-1)
Lyon 4
Manchester City 3
Shakhtar 2
Hoffenheim 1


Bólkur G: CSKA Moskva – Real Madrid 1-0 (1-0)
                Roma – Viktoria Plzen 5-0 (2-0)

CSKA 4
Real Madrid 3 
Roma 3
Plzen 1


Bólkur H: Juventus - Young Boys 3-0 (2-0)  
                Manchester United – Valencia 0-0

Juventus 6
Manchester United 4
Valencia 1
Young Boys 0

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder