Fótbóltur

Meistararnir vitja í Amsterdam - sera spennandi uppgerð í London

Lagt er upp til tvær tættar uppgerðir í Champions League í kvøld.

Enska stórtalentið, Jadon Sancho, og Dortmund skulu dystast við Tottenham í Londin í kvøld
(Mynd: EPA)

Enska stórtalentið, Jadon Sancho, og Dortmund skulu dystast við Tottenham í Londin í kvøld (Mynd: EPA)

2019-02-13 16:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tvær áttandapartsfinalur í Champions League í gjár. Talan var um fyrru uppgerðirnar ímillum United og PSG og Roma - Porto. PSG setti United uppá pláss á Old Trafford, og í Rom endaði tað 2-1. 

Í kvøld eru aftur tveir dystir á skránni, og talan verður helst um dystir, ið fótbóltselskarar kunnu njóta: 

Ajax  - Real Madrid (Viaplay)
Tottenham -
Dortmund (TV 3 +/Viaplay)

Ajax sá sterkt út í bólkaspælinum, har evnaríka liðið spældi tveir javnleikir ímóti Bayern. Hollendska liðið spælir góðan fótbólt, og kann á heimavølli í kvøld veruliga bjóða Real Madrid av. Spanska stórfelagið hevur vunnið kappingina seinastu trý árini, men hetta árið hevur nógv órógv verið í Madrid og avrikini hava verið misjøvn. Real er tó ikki úti av dystinum um meistaraheitið í Spania, spældi 1-1 í fyrru hálvfinaluni á Camp Nou í steypakappingini, og roynir nú at fara alln vegin í Champions League aftur. Isco er ikki tøkur hjá Real í kvøld. 

Í London er oddaliðið í Bundesligaini á vitjan. Dortmund hevur ikki vunnið teir seianstu tríggar dystirnar, har liðið m.a er sligið út av týsku steypakappingini, men teir gulkløddu úr Norðurvestara parti av Týsklandi hava havt eitt sera gott kappingaár, og og liðið er spennandi. Tottenham er framvegis við í meistaraheitsstríðnum í Premier League, og finnur í løtuni ein máta at vinna dystir. Hetta er uttan skøddu Harry Kane og Dele Allli. Vinstri bakkarnir, Ben Davies og Danny Rose, eru eisini úti til hendna dystin. Dortmund er eisini skert; serliga av tí at Marco Reus og Paco Alcacer eru úti. Lukasz Piszczek er heldur ikki tøkur. Liðini hittust í bólkaspælinum í Champions League í fjør. Tá vann Tottenham báðar dystirnar.  

Báðir dystirnir kunnu gerast sera tættir, ferðmiklir og undirhaldandi. Fyrstu bríkslini í London og Amsterdam ljóða klokkan 20.00. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder