Hondbóltur

Menninir spæla í Noreg sunnudagin - lutakastið hjá kvinnum verður mánadagin

H71 hýsti trimum evropeiskum dystum í vikuskiftinum, og úrslitini vóru góð. Nú er spurningurin, um menninir aftur kunnu gera tað torført fyri Drammen HK, og hvørjum kvinnurnar skulu møta í næsta umfari.

2021-10-19 19:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kvinnurnar hjá H71 vunnu við samanlagt 25 málum á WHC Cair-Skopje úr Makedóniu. Spælt varð í høllini á Hálsi leygardagin og sunnudagin.

Hetta var fyrstu ferð, at hoyvíkskvinnur luttóku í evropeiskum dysti, og mánadagin 25. oktober verður greitt, hvørjum liðið tær skulu møta í 3. umfari í European Cup. 

Sí eisini: Myndir: Hoyvíkskvinnur staðfestu sigurin

Menninir luttóku í 2019, men nú er talan um eitt nakað øðrvísi lið. Tað varð ikki væntað, at hoyvíkingar fóru at gera so nógv við Drammen HK, ið er eitt av ovaru liðunum í Noreg, men H71 var á odda ta mesta av dystinum leygarkvøldið. 

Tað endaði tó við einum tvey-máls sigri til útiliðið. H71 og Drammen hittast aftur í Drammen-høllini sunnudagin 24. oktober.

Sí eisini: Myndir: Loyptu hvøkk á norðmenn

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder