Ongantíð hava so nógv lond verið umboðað á olympisku talvleikunum sum í ár. Ikki færri enn 193 lið eru við í almennu kappingini, og hjá kvinnunum eru liðini 183 í alt. Føroyar manna bara lið í almennu kappingini.
Sum skilst hevur serstakur talvvenjari verður knýttur at fyrireikngunum hjá føroyska OL-landsliðnum. Venjingarnar fara fram bæði hvør í sínum lagi og saman sum lið.
Føroyar eru styrkismettar nummar 66 av teimum 193 londunum. Á seinastu olympiaduni hevði føroyska landsliðið ilt við at avrika í samsvar við styrkismetingina. Føroyska manningin stillar upp í hesari røð:
- GM Helgi Dam Ziska 2553
- Høgni Egilstoft Nielsen 2379
- Rógvi Egilstoft 2290
- IM John Rødgaard 2274
- Luitjen A. Apol 2251
Talvolympiadan, hin 45. í røðini, verður hildin í ungarska høvuðsstaðnum Budapest í døgunum 10. til 23. september.
Hesir fara at umboða Føroyar á talv-OL í Budapest um góðar fimm vikur. F.v.: Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft, John Rødgaard og standandi føroyameistarin Luitjen Akselsson Apol og liðleiðarin Ingolf Gaard
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald