Fótbóltur

Michal heldur fram í B36

20-ára gamli álopskendi leikarin hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við árstalsfelagið.

Michal Przybylski verður í B36 fram til og við 2020
(Mynd: Sverri Egholm)

Michal Przybylski verður í B36 fram til og við 2020 (Mynd: Sverri Egholm)

2018-11-03 16:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2017 gjørdist hann ársins leikari, tá hann leikti við Skála. Eftir at hava roynt seg í Póllandi, hiðani hann er ættaður, vendi Michal Przybylski nøsini heim aftur til Føroyar í summar. Seinastu mánaðirnar hevur hann leikt við B36, og samstarvið millum partarnar heldur fram. Heimasíðan hjá B36 skrivar í dag, at Michal hevur skrivað undir ein sáttmála, ið er galdandi komandi tvey árini. 

B36 leigaði Michal í summar, og nú er nýggj avtala gjørd, ið er varandi. Heimasíðan hjá B36 skrivar, at álopskendi leikarin hevur skorað fimm mál fyri felagið, síðani hann kom til.

Michal fekk allarstørsta partin av sínum fótbóltsuppvøkstri í B68. Síðani hevur hann umboðað NSÍ og Skála og nú B36 í Betri-deildin. Sambært FaroeSoccer hevur Michal Przybylski leikt 66 dystir í fremstu føroysku deildini, har hann hevur skotið 18 mál. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder