
EB/Streymur er við at brynja til komandi kappingarár. Í farnu viku varð nýggjur formaður valdur, og nýggja nevndin er farin undir arbeiði.
Les eisini: Fróði Reinert Petersen nýggjur formaður í EB/Streymi
Formaðurin hevur nú verið avmyndaður tvær ferðir í hesari vikuni, eftir at sáttmálar eru undirskrivaðir. EB/Streymur hevur tryggjað sær, at tveir av føstu verjuleikarunum seinastu árini halda fram í felagnum í 2020. Hesum boðar felagið frá á heimasíðuni.
Talan er um 24 ára gomlu Andras Ólason Olsen og Petur Zachariassen, ið báðir fingu debut á besta liðnum í 2015. Teir hava spælt nógv saman í miðverjuni og hava eisini nógvar dystir saman í undgómsdeildini.
Andras saman við nýggja formanni felagsins (Mynd: ebstreymur.fo)
Andras Olsen er úr Streymnesi. Hann hevur leikt 91 dystir og skorað 11 mál fyri besta liðið hjá EB/Streymi. Í uppstartinum til hetta kappingarárið fekk stóri verjuleikarin ein álvarsligan skaða í knæði, sum hevði við sær at hann sat uttanfyri alt kappingarárið. Andras hevur seinastu longu tíðina arbeitt hart við at endurvant og er nú til reiðar at koma á vøllin aftur.
Petur Zachariassen og Fróði Reinert Petersen (Mynd: ebstreymur.fo)
Petur Zachariassen er úr Hvalvík. Í 2017 fekk hann sítt veruliga gjøgnumbrot, tá hann gjørdist ársins stjørnuskot í felagnum. Hann kann spæla í miðverjuni og á bakkinum. Í 2019 spældi Petur 23 dystir fyri besta liðið hjá EB/Streymi; samanlangt hevur verjuleikarin leikt 75 dystir har.
Les eisini:
Óvissa um venjaraspurningin í EB/Streymi
Framtíðin hjá Rógva er ivasom
Óvissa er framvegis um venjaraspurningin. Jákup Martin Joensne og EB/Streymur hava tosað saman, men einki er komið uppá pláss enn. Tað er nærum heilt greitt, at liðformaðurin seianstu árini, Rógvi Egilstoft Nielsen spælir við NSÍ komandi ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald