Tað hevur verið greitt í eina tíð, at Mikkel Dahl ikki heldur fram í HB, og nú hevur 31-ára gamli áleyparin alment takkað fyri seg.
Danin kom á sumri 2020 og við sínum 14 málum í 13 Betrideildardystum var hann ein stór orsøk til, at HB vann FM.
Hetta árið vann HB eisini greipuna. Í ár og í fjør vann HB steypakappingina, og skoraði Mikkel Dahl umráðandi mál í hálvfinalum.
Í landskappingini rakk áleyparin ikki somu hæddum sum í 2020 og í 2021. Í 2021 skoraði hann heili 27 mál. Hetta er met í fremstu føroysku mansdeildini.
Sambært Faroesoccer skoraði Mikkel Dahl 68 mál í 109 dystum fyri HB. Niðanfyri sæst hansara farvæl heilsan til HB-fjepparar:
---------------------------------------------------------------
Takksemi, gleði og stoltleiki
Tað eru fyrstu tankarnir, ið renna mær til hugs, tá eg hugsi um tað hálva fjórða árið, eg havi spælt fyri HB.
Vit hava haft eina rúgvu av upplivingum saman. Við steypum, europeiskum dystum og øðrum góðum løtum.
Eg havi møtt eini rúgvu av fantastiskum menniskjum – bæði í, og rundan um felagið. Eg havi altíð følt meg vælkomnan, og eg havi trivist frá fyrsta degi.
Eg havi merkt ein stuðul frá tykkum, bæði sum spælari og persónur, og eg havi verið fegin um tey mongu prátini við fólk, sum eg havi møtt á leiðini, og sum hava haft eitt tilknýti til HB.
So her skal ljóða ein hjartans tøkk til øll fyri nøkur fantastisk ár, sum eg fari at líta aftur á við einum smíli.
Hvør veit, kanska vit síggjast aftur.
Alt tað besta
Mikkel
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald