Fótbóltur

Mikkel Dahl tann einasti við máli í báðum dystunum

Tríggir aðrir spælarar hava skorað fleiri enn eitt mál í Betrideildini higartil í ár. Páll Andrasson Klettskarð er í løtuni oddafiskur við fýra málum uppá 115 minuttir.

Mikkel Dahl (uttast til høgru) verður her fagnaður fyri sítt mál nummar tvey í ár og nummar 43 í Betrideildini samanlagt (Mynd: Sverri Egholm)

Mikkel Dahl (uttast til høgru) verður her fagnaður fyri sítt mál nummar tvey í ár og nummar 43 í Betrideildini samanlagt (Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-04 16:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var Mikkel Dahl, sum í gjár setti punktum í grannauppgerðini móti B36 og syrgdi fyri, at HB vann 2-0.

Hetta var mál nummar 43 hjá 29-ára gamli danska áleyparanum í hansara dysti nummar 40 í Betrideildini. Mikkel Dahl kom til HB í summarsteðginum í 2020 og spældi síðani umráðandi leiklut í, at HB vann greipuna ta árið. Í 2021 setti danin málmet í Betrideildini: 27 mál uppá eitt kappingarár.


[object Object]
Mikkel Dahl vann gullskógvin í 2021. Hetta gjørdi hann við at taka metið fyri eitt kappingarár frá Klæminti Olsen (Mynd: Ólavur Frederiksen) 

Hann er nú vendir aftur til føroyskan fótbólt og HB og hevur spælt fulla tíð í teimum báðum fyrstu dystunum. Mikkel Dahl er eisini einasti spælarin, sum hevur skorað í báðum umførunum.

Sí eisini: Mikkel Dahl: - Vit standa væl saman og arbeiða fyri hvørjum øðrum

Páll Andrasson Klettsskarð gjørdi bart við fýra málum í 1. umfari móti TB. Klaksvíkingurin hevur verið darvaður av sjúku á landsliðstúrinum og eisini eftir heimkomu, og hann spældi bert 25 minuttir í sigrinum hjá KÍ á EB/Streymi sunnudagin.

Hans Jákup Lervig gjørdist avgerðandi fyri ÍF sunnudagin. Kviki spælarin úr Syðrugøtu skoraði bæði málini í dystinum móti AB - tvey góð mál við hørðum vinstrabeins-skoti. 26-ára gamli kanturin/áleyparin hevur spælt fyri ÍF seinastu árini og hevur nú skorað tíggju ferðir í Betrideildini. 

Sí eisini: Hans Jákup Lervig: - Fantastiskt at skora og at fáa trý stig her í Fuglafirði

Toppskjúttin í fjør er eisini komin í gongd. Sølvi Vatnhamar skoraði, eins og gamli liðfelagin, tvær ferðir í vikuskiftinum. Fyrra málið var eftir kalda avslutning og ta seinna eftir trygt brotskast.

[object Object]
Víkingarnir fegnast eftir fyrra málið hjá Sølva Vatnhamar móti TB (Mynd: Sverri Egholm) 

[object Object]
Fuglfirðingar fegnast um seinna málið hjá Hans Jákup Lervig móti AB sunnudagin (Mynd: Sverri Egholm) 

[object Object](Mynd: Sverri Egholm) - Hoyr samrøðuna her


Máltindurin í Betrideildini eftir tvey umfør:
Páll Andrasson Klettskarð (KÍ ) 4 mál - 115 minuttir
Sølvi Vatnhamar (Víkingur) 2 mál - 164 minuttir
Hans Jákup Jóhannesson Lervig (ÍF) 2 mál - 179 minuttir
Mikkel Dahl (HB) 2 mál - 180 minuttir

Tøl: Faroesoccer


[object Object]Páll Klettskarð er toppskjútti við fýra málum. Áleyparin hjá KÍ hevur eitt mál fyri beint undir hvønn 29. minutt higartil (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder