Fótbóltur

Mikkel Damsgaard til Brentford

Brentford spælir móti Manchester United um vikuskiftið - helst við Christian Eriksen, ið júst er givin í Brentford, á liðnum.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-08-11 09:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danski landsliðsleikarin, Mikkel Damsgaard, hevur skrivað sáttmála við enska Premier League felagið Brentford FC. Tað skrivar felagið á heimasíðu síni.

Miðvallarin kemur úr italska felagnum Sampdoria, og hevur skrivað ein fimm ára langan sáttmála. Hann kann fáa fyrsta dystin longu leygardagin, tá Brentford skal spæla móti Manchester United.

Brentford verður kallað fyri eitt danskarafelag, tí nógvir danir spæla við liðnum, serliga eftir at felagið eisini fekk danskan høvuðsvenjara, Thomas Frank.

Landsliðsstjørnan Christian Eriksen, sum nú er Manchester United-leikari, spældi við Brentford annan helming av farna kappingarári. Brentford var fyrsta felagið, ið gjørdi sáttmála við danan eftir álvarsliga hjartatilburðin í EM-kappingini síðsta summar.

Aðrir danir á Brentford-liðnum eru Christian Nørgaard, Matias Jensen, Mads Bech Sørensen, Mads Roerslev og Luka Racic. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder