Hondbóltur

Mikkel Hansen gevst at spæla hondbólt

Størsta navnið í donskum hondbólti og tríggjar ferðir heimsins besti spælari gevst.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-04-03 11:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Stóri spælarin á danska landsliðnum seinastu nógvu árini, Mikkel Hansen, gevst at spæla hondbólt í summar. Tað kunngjørdi hann á tíðindafundi hjá Aalborg Håndbold fyri løtu síðan.

Nú 36 ára gamli Mikkel Hansen kom til Aalborg Håndbold at spæla á sumri 2022 eftir at hann í tíggju ár, frá 2012 til 2022, spældi við franska stórfelagnum PSG.

Hann er tríggjar ferðir kosin heimsins besti hondbóltsspælari og er størsta navnið í donskum hondbólti.

Seinasta tíðin hevur verið merkt av skaðum og eisini hevur hann verið sjúkrameldaður av stress. Sáttmálin við Aalborg Håndbold er annars galdandi til og við næsta summar.

Mikkel Hansen hevur spælt 226 landsdystir fyri Danmark og skorað 1350 mál í landsliðshøpi.

Mikkel Hansen sigur, at hann fegin vil við danska landsliðnum til OL í París í summar, og harvið verður tað endin á hansara yrkisleið sum hondbóltsspælari.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder