
Eins og KÍ og Víkingur, stríðast Mikkjal Thomassen og hansara menn nú fyri at koma víðari til play-off umfarið í Conference League.
Og eins og føroysku feløgini, eydnaðist føroyska venjaranum at vinna fyrra dystin í 3. umfari, sum var á heimavølli.
AIK var á odda 2-0, tá fyrri helmingurin av 1. hálvleiki var spældur. Talan var um tvey góð mál - tey síggjast í hæddarpunktunum ovast ella her
Tað var tó ein strika í rokningini hjá Mikkjali, spælarum og teimum umleið 18.000 svensku áskoðarunum, at Gyor minkaði um munin í 78. minutti. Hetta var í sambandi við hornasparksstøðu.
Harvið er 2-1 til AIK undan uppgerðini í Ungarn hósdagin 14. august. Um svenska felagið ikki tapir har, so er bert eitt fet eftir hjá føroyska venjaranum til evropeiskt deildarspæl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald