Fótbóltur

Mikkjal T: - Vit trúgva upp á at vit kunnu vinna

Venjarin hjá KÍ hevur góðar vónir til spennandi dystin á Tórsvølli í kvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-08-11 09:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað eru vónir um, at KÍ kann megna at spæla seg víðari til play-off dystirnar í Conference League.

Skal tað eydnast, má KÍ vinna við meira enn einum máli móti FC Ballkani, meistaraliðnum úr Kosovo, á Tórsvølli í kvøld.

KÍ var undir stórum trýsti Pristina í farnu viku, tá liðið kom afturum 3-0. Men so eydnaðist tað KÍ at koma aftur, og fáa lív aftur í vónirnar um víðari Evropa-luttøku, tá Páll Klettskarð við tveimum málum minkaði um úrslitið.

Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ, sigur í samrøðu við heimasíðuna hjá KÍ, at í hópinum eru tað góðar vónir um ein sigur í kvøld, og harvið víðari luttøku í evropeisku kappingini.

Megnar KÍ at spæla seg víðari, bíða meistararnir úr Norðurmakedonia, KF Shkupi, sum á pappírinum ikki átti at verið sterkari enn liðið úr Kosovo, sum KÍ møtir í kvøld. Tá verður talan um play-off dystirnar, altso seinasta undankappingardyst undan bólkaspælinum í Conference League.

Mikkjal Thomassen vísir í samrøðuni á, at Ballkani er eitt bóltsterkt lið, sum vil hava bóltin alla tíðina. Tí kann roknast við, at KÍ – eins og til dystin í síðstu viku – kemur at renna aftan á bóltinum ein stóran part av dystinum í kvøld.

Avbjóðingin er at fáa bóltin frá mótstøðuliðinum og flyta trýstið fyri harvið at kunna skapa málmøguleikar, og vónandi meira enn eitt mál meira enn hitt liðið fær. 

Kravið til KÍ er sigur. Er sigur eitt mál, verður umdystur og møguliga brotssparkskapping. Er KÍ-sigurin tvey mál ella fleiri, spæla KÍ seg til play off-umfarið.

Dysturin verður á Tórsvølli í Havn klokkan 19 í kvøld

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder