Trý mál eru á muni millum liðini, nú hálvleikur er í EM-undankappingardystinum á Hálsi í Havn.
Hálvleiksstøðan er 14-11 til Svøríki.
Tað er langt frá tí, sum fleiri høvdu óttast – at sviar fóru at renna føroyingar av vøllinum. Føroysku kvinnurnar hava higartil staðið seg væl. Og tær hava megnað fyribils at loysa høvuðsuppgávuna í kvøld, nevniliga at avmarka svenska sigurin.
Føroyar eru avgjørt ikki uttan møguleika. Liðini hava spælt nøkulunda javnt. Føroyar hava víst styrki í verjuni samstundis, sum svensku kvinnurnar vóru óeffektivar og stundum ráðaleysar, serliga í bygjanini av dystinum.
Í álopinum hava føroysku kvinnurnar ikki verið nóg effektivar í sínum skotroyndum. Høvdu tær verið eitt sindur meira effektivar, so er ivasamt um tær yvirhøvur høvdu verið aftanfyri her í hálvleikinum.
Men onki er liðugt fyrr enn alt er liðugt. Her kann henda nógv í dystinum.
Men vit kunnu siga eitt: - Við slíkum føroyskum spæli, hava íslendingar fingið nakað at hugsa um undan sera spennandi dystin í Hafnafirði sunnukvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald