Oyggjaleikir 2023

Miriam av Strondum – einasti føroyingur á Guernsey

Fór til Guernsey at arbeiða sum frisør fyri 60 árum síðani.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-07-10 09:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyska ferðalagið á oyggjaleikum í Guernsey fekk í gjár høvi at heilsa upp á ein óvæntaðan landsmann júst sum triathlon-kappingin var liðug seinnapartin sunnudagin.

Ein eldri kona, sum stóð og veittraði við einum føroyskum flaggi kom á tal við konu løgmans – á mergjaðum strandamáli – og so var skjótt, at konan varð førd yvir til staðið, har stórur partur av føroysku fjølmiðlunum, og eisini almennu gestirnir hjá ÍSF vóru stødd.

Kvinnan var 81 ára gamla Miriam Bisson, ið kallar seg einasta føroying, sum er fastbúgvandi á Guernsey. Hon hevur búð á hugnaligu og vinarligu ermasundsoynni í 60 ár.

Tað vísti seg, at hon býr skamt frá har sum triathlonkappingin var, so tað varð súkklað og runnið í hennara grannalagi, og tí var tað ein sjálvfylgja at hon kom oman at heppa á føroyingarnar.

- Nú hevi eg bíðað eftir tykkum í 20 ár, segði fríska strandarkonan og sipaði til, at tað ikki hava verið oyggjaleikir á Guernsey síðan 2003.

Miriam er fødd Klein, og fór sum ung ein túr til Guernsey at arbeiða eitt skifti sum hárfríðkanarkvinna. Her møtti hon komandi manni sínum, sum “noktaði” henni at fara heim aftur til Føroya at vitja fyrr enn hann hevði fingið hennara ja í kirkjuni.

Hjúnabandið hevur givið teimum tríggjar synir og ein hóp av barnabørnum. Mirjam er nýliga vorðin einkja, maðurin doyði fyri einum góðum mánaði síðani, fortaldi hon fyri nógvu føroyingunum, borgarstjórum og løgmanni, sum vildu heilsa upp á føroyingin á Guernsey. 

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder