
Niksic Montenegro (Portalurin): Lagnan kann vera hørð í fótbólti. Hetta hevur føroyska manslandsliðið muga sanna hesar seinastu tríggjar dagarnar - kanska serliga í kvøld.
Tá 94 og ein hálvur minuttir vóru spældir í Montenegro var framvegis 0-0. Føroyar høvdu ikki spælt væl ella skapt nakað serligt eftir steðgin, men í mun til verjuspæl var avrikið á degnum upp ímóti UG, og tað sá út til, at føroyska liðið hevði rímiligt tamarhald á støðuni.
So gav Noah Mneney - heldur kroystur - heimaliðnum bóltin á óneyðugan hátt við alveringin við hækinum. Innskifti miðvallarin hevði annars spælt ógvuliga væl, men vantaði líka kaldleikan, tá Føroyar høvdu bóltin í seinasta minutti og bert skuldu vinna eitt innkast.
Montenegro fór frameftir, føroyingar gjørdu verjugarð. Bólturin varð oystur inn í føroyska brotsteigin. Við aftaru stong tapti Martin Agnarsson ein nærdyst og fekk, saman við Adrian Justinussen og liðfeløgunum ikki ruddað burtur. Bólturin stakk útfrá, har innskifti Edvin Kuc einsamallur eirindaleystur høgdi bóltin í føroyska netið.
Kaldleiki á muni - og nakað av tilvild. Føroyar høvdu annars kunnað fingið eitt gott stig við heim.
Løtan tá bólturin varð smekkaður í føroyska málið...heilt til seinast í dystinum (Mynd: Sverri Egholm)
Meinhard Egilsson Olsen legði ein megnarinnsats fyri dagin í vinstru (Mynd: Sverri Egholm)
Sum fyrri hálvleikur av dystinum leið fingu Føroyar gott tamarhald á dystinum og høvdu bóltin heilt fitt á mótstøðuhálvuni. Serliga Petur Knudsen og Meinhard Egilsson vóru lívligir, Brandur Hendriksson fekk bóltin at koyra væl, og tað eydnaðist millum annað at vinna nøkur fríspøkr. Í 25. minutti kundi Petur lagt Føroyar á odda eftir ógvuliga væl spælt álop, men skotið hjá NSÍ-áleyparanum fór beint framvið.
Løtu seinni var Montenegro ógvuliga nær við at gera sjálvmál, eftir at Hanus Sørensen kroysti miðverja til at gera eina vánaliga alvering aftur til málverjan.
Júst Hanus varð skiftur út saman við Peturi eftir 1. hálvleik. Hetta sær nú út sum eitt mistak. Árni Frederiksberg og Páll Klettskarð komu inn, men megnaðu ikki at veruliga gera mun. Serliga vantaði Petur Knudsen at hótta djúpt og at skapa órógv við sínum kvikleika, í mun til í fyrra hálvleiki.
Tað at Føroyar ikki fingu skapt nakað nevnivert fyri steðgin var eisini eitt keðiligt tekin, og at enda stóð man ikki móti trýstinum. Harvið kom einki ítøkiligt burturúr hesum báðum fyrstu landsdystunum, tó at venjaratoymi og liðið óivað kann taka ymiskt við.
Bólkur L - eftir eitt umfar
2. umfar - týsdagin 25.mars
Gibraltar - Kekkia 0-4
Montenegro - Føroyar 1-0 (0-0)
90 (+5)' Edvin Kuc
1. Kekkia 6 stig
2. Montenegro 6 stig
3. Kroatia 0 stig *
4. Føroyar 0 stig
5. Girbraltar 0 stig
* Ongan dyst spælt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald