Fótbóltur

Mistu sigurin síðstu løtuna í Moldova

Føroyar komu undir stórt trýst, og fimm minuttir fyri leiklok varð brotsspark dømt móti Heina Vatnsdal. Úrslitið gjørdist eins og fyri tveimum árum síðani her 1-1.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2023-03-24 21:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað tamarhaldið, ið Føroyar høvdu í fyrra hálvleiki ,mistu okkara skjótt eftir steðgin. Tað gjørdist verjukent og við nógvari órógv á, umframt fleiri broytingum hvat leikskipan viðvíkur. Sum dysturin leið megnaðu Føroyar als ikki at hótta hinvegin, og fleiri og fleiri vandamiklar støður vóru í og kring føroyska brotsteigin.

Bæði Odmar Færø og Gunnar Vatnhamar bjargaðu á mállinjuni ella nær við har, men eftir 86 minuttir fekk Moldova brotsspark, tá armurin hjá innskifta Heina Vatnsdal var við høvdið hjá einum moldova.

Brotssparkið umsetti Ion Nicolaescu ógvuliga trygt, og síðstu løtuna løgdu bæði liðini nógv fyri at fáa sigurin - bestu støðuna fingu Føroyar, tá innskifti Ari Mohr Jónsson varð sendur avstað í umstilling. Vongurin fann ikki røttu alveringina, og so endaði tað 1-1. Eins og í 2021, tá liðini eisini byrjaðu eina undankapping við javnleiki í Chisnau.

Les eisini: Mads Mikkelsen legði Føroyar á odda

Undankapping til EM 2024, fyrsta umfar
24.03 - Stadionul Zimbru, Chisinau
Moldova - Føroyar 1-1 (0-1)
27' Mads Boe Mikkelsen (Meinhard Egilsson Olsen) 0-1
87 Ion Nicolaescu (br.) 1-1

Føroyar (4-4-2): Mattias Heðinson Lamhauge – René Shaki Joensen, Odmar Færø (79' Heini Vatnsdal), Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen – Mads Boe Mikkelsen (71' Gilli Rólantsson), Sølvi Vatnhamar, Jákup Biskopstø Andreasen, Meinhard Egilsson Olsen (79' Ári Mohr Jónsson) – Klæmint Andrasson Olsen (79' Páll Andrasson Klettskarð), Patrik Johannesen (62' Noah Mneney)

Venjari: Håkan Ericson


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder