Aftur í ár eru Mjølnir-menninir við í CEV-Challenge cup. Hesuferð skal Mjølnir spæla ímóti einum liði úr Ukraina í oktobur.
Í oktobe í 2023 luttók Mjølnir í hesari kappingini fyri fyrstu ferð. Fyrsti dysturin var í Badmintonhøllini í Klaksvík, og í fyrsta settinum tók Mjølnir øll á bóli og hólvaði hálendska mótstøðuliðið av. Dysturin endaði tó 3-1 til sterka hálendska liðið, sum fótaði sær aftur.
Mjølnir skal í ár spæla ímóti VC Reshetylivka úr Ukraina. Hetta er greitt eftir dagsins lutakast.
Fyrsti dysturin hjá Mjølnir verður á útivølli í døgunum 8. - 10 oktobur. Returdysturin verður 15. - 17. oktober í Badmintonhøllini í Klaksvík. Endaliga dagfestingin verður ásett seinni í vikuni. Staðfest verður eisini seinni, hvar útidysturin hjá Mjølnir skal leikast, tí hann verður ikki leiktur í Ukraina.
Føroysk lið hava møguleika fyri at luttaka í CEV-Champions League og í CEV-Challenge Cup. Mett verður, at mótstøðan enn er ov sterk við luttøku í Champions League, og tí hava liðini gjørt av at luttaka í Challenge Cup.
Flogbóltssamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald