Ein Plan B skal nú gerast fyri súkklubragdið, sum Jákup Petur Eliassen og Kenn Bærentsen hava sett sær fyri – nevniliga at súkkla til allar bygdirnar í Føroyum, har súkklandi er til – innan 48 tímar.
Tað er so mikið tjúkt í mjørka í dag, at tað ikki er flúgvandi við tyrlu í løtuni. Ætlanin var annars, at súkklararnir skuldu flúgvast til Fugloyar í morgun, har teir skuldu taka túrin millum Kirkju og Hattarvík, og síðan flytast til Trøllanesar fyri at súkkla bygdirnar á Kalsoynni.
Men nú verður túrurin fluttur nakað.
Jákup Petur Eliassen segði við Kringvarpið fyri løtu síðani, at ‘ferðaætlanin’ nú helst verður broytt, so at teir nú fara við bili inn í Eysturoynna fyri at taka tær norðastu bygdirnar har, og so vóna teir, at tað verður flúgvandi til Fugloyar seinni út á fyrrapartin.
Í gjár tóku Jákup Petur Eliassen og Ken Bærentsen Suðuroynna, Sandoynna, vestaru bygdirnar á Streymoynni og Vágar. Teir hava gist í Sørvági í nátt.
--
Súkklað verður millum annað fyri at seta fokus á Eydnudeildina, og tað arbeiðið tey gera. Til ber at stuðla við at flyta pening á kontu: 9865-3135467
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald