Carl Mikkelsen og sonurin Arne Mikkelsen vunnu báðir mánadagin hvør sín landsdyst í EM í bridge í Herning. Carl á veteranlandsliðnum og Arne á besta landsliðnum. Mamman, Arnleyg, vann sunnudagin landsdyst á kvinnulandsliðnum.
Tey trý bridgelandsliðini eru við til EM-kapping í Herning.
Carl Mikkelsen úr Hoyvík lærdi bridge í 1973, júst heimkomin úr Danmark, og hevur síðani verið virkin bridgespælari og er nú á veteranlandsliðnum.
Arnleyg og sonurin Arne lærdu bridge siðst í 80-unum. Arnleyg er á kvinnulandsliðnum og Arne á opnum liði, sum er besta landsliðið.
Carl hevði Arna við sær í Bridgehúsið, tá Arne var 14 ára gamal.
Og væl hevur hilnast. Arne Mikkelsen er ein av stinnastu bridgespælarum í landinum, og hevur vunnið eitt ótal av FM-heitum.
Sunnudagin var hann á besta liðnum, sum vann 20-0 á Grikkalandi, sum er størsti sigur í til ber at vinna og er samstundis fyrstu ferð Føroyar hava vunnið so nógv í einum bridgelandsdysti.
EM-kappingin í bridge endar hósdagin.
Móðirin Arnleyg – her longst til høgrusaman við Mariu V. Hansen og Marjun Restorff – er á kvinnulandsliðnum sum vann sunnudagin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald