Í november spældu føroysku menninir tríggjar útidystir. Allir vóru javnir, tó at Litava var nakað omaná samanlagt, og endaði eisini við at vinna 2-1. Hetta var ein venjingardystur - í Nations League dystunum endaði tað í báðum førum 1-1. Tað var í Lettlandi og á Malta, og hetta var nóg mikið hjá liðnum hjá Håkani Ericson at vinna bólkin.
Tað kann hugsast, at talan eisini verður um ein javnan dyst í kvøld, tá Føroyar seta hol á HM-undankappingina við dysti í Moldova. Dagsins heimalið spældi í deildini omanfyri Føroyar í Nations League seinasta heyst, men úrslitini vóru ikki góð, og liðið fluttu niður, meðan Føroyar fluttu upp.
Brandur og hinir tryggjaðu Føroyum ein 1-1 javnleik á Ta Qali leikvøllinum í november. Hetta var seinast Føroyar spældu á útivølli - liðið hevur ikki spælt nakrar dyst síðani (Mynd: EPA)
Harvið vórðu Føroyar styrkismettar í einum lagi omanfyri til lutakastið til HM-undankappingina. Tað endaði við, at tað var júst Moldova, sum allarhelst er tað sterkasta liðið í niðasta styrkislagi, ið føroyingar skulu takast við, og tað er á pappírinum í hesum dystunum, at besti møguleikin er fyri at fáa stig.
Moldova er styrkismett sum nummar 177 í heiminum, sambært listanum hjá FIFA. Tað er eitt pláss aftanfyri Malta og 70 pláss aftanfyri Føroyar. Tó eru fleiri leikarar á liðnum, ið leika í sterkum deildum í Evropa, millum annað í Serie A og í Hollandi, og tað hevur bolt.fo eisini víst á.
Video:
Hallur: Kunnu vænta strævnan og harðan dyst
Stór uppgáva við nógvari ferðing og tøttum dystum
Veddingarfyritøkurnar hava eisini heimaliðið sum favoritt í kvøld - tó ikki serliga stóran. Bet365 hevur odds 2,37 uppá sigur til Moldova. Aðrar. sum til dømis NordicBet og Betfair hava, odds 2,45. Ein javnleikur gevur hjá teimum flestu peningin beint undir tríggjar ferðir aftur, og ein føroyskur sigur í Chisnau gevur hjá fleiri odds 3,40 - hjá øðrum hægri.
Lagt er uppá nógvar mátar upp til ein spennandi dyst, sum byrjar í kvøld klokkan 19.45.
Sí eisini: Myndir - komnir fram í Chisinau
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald