Í annaðkvøld fer føroyska A-landsliðið á vøllin í Chisnau til fyrsta dystin í undankappingini til HM 2022.
Moldovski høvuðsstaðurin verður karmur um dystin, og júst tað at Moldova er fyrsta mótstøðuliðið kann vera gott fyri Føroyar, tó at talan als ikki verður um nakra lætta uppgávu.
Hetta segði landsliðsvenjarin millum annað við Portalin undan venjingina á Tórsvølli í gjár. Håkan Ericson heldur, at tað er ein fyrimunur, at liðið hevði nakrar kappingardystir í heyst, men sviin ásannar eisini, at talan er um nógva kunning og nógva “belasting” hjá leikarunum uppá stutta tíð.
Leikararnir skulu møta avbjóðingini við nógvari ferðing og tøttum dystum á grasi tíðliga á árinum, og tað kann vera ein fyrimunur, at líknandi avbjóðingar vóru í heyst í Nations League og við venjingardystum.
Eftir dystin í Moldova gongur leiðin til Eysturríkis, har spælt verður sunnudagin, og síðani til Skotlands. Sambært Håkani Ericson kunnu føroysku leikararnir hava ein fyrimun í mun til teir sum spæla í millum annað Noreg, tí Betri deildin hevur verið í gongd í mars.
Hópurin fór avstað í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald