Kvívíkar kommuna skipar fyri móttøku í kvøld klokkan 20 fyri Jónasi Gunnleivssyni Isaksen.
Hann vann í síðstu viku EM gull í 400 metra renning fyru U20. 17 ára gamli kvívíkingur kemur í kvøld aftur til heimbygdina og nógv verður gjørt burturúr.
Marjun Danielsen, forkvinna í trivnaðarnevndini, bjóðar vælkomin, og eisini venjararnir hjá Jónasi, Dbes Christiansen og Jógvan Glerfoss, siga nøkur orð.
Blómutyssi og gáva verða handað, og annars er orðið frítt.
EM lagkaga og annað gott verður eisini at fáa á kommunuskrivstovuni.
---
Soleiðis sá út tá Jónas vann gullið
Jónas Gunnleivsson Isaksen rann teir 400 metrarnar – tað er eina ferð runt á rennibreytini – við tíðini 45,86 sekund.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald