Fótbóltur

Mourinho og Totttenham hava mótbrekku

Tveir teir fyrstu luttakararnir í fjórðingsfinaluni verða funnir í kvøld.

2020-03-10 17:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ímeðan coronavirusi hevur altsamt størri ávirkan á fótbóltin í Evropa, verður nú byrjað at skorið niður í helvt í Champions League. Tað er, sambært fleiri miðlum, ein møguleiki fyri, at kappingin verður fyribils steðgað aftaná áttandpartsfinalurnar. Hetta hevur UEFA ikki váttað enn.

Les eisini: Leikt verður uttan áskoarar ímillum annað La Liga og í Champions League-dystum

RB Leipzig var omaná í fyrru átttandapartsfinaluni móti Tottenham, ið var leikt í London. 1-0 sigurin til týska felagið ger, at eitt sera formveikt Totteham lið skal vinna í Leipzig í kvøld.

Mourinho og hansara menn hava ikki vunnið í fimm dystum, og lðið er uttan langtíðarskaddu Son, Ben Davies og Moussa Sissoko. Steven Berwijn er heldur ikki tøkur, og hóast stjørnuáleyparin Harry Kane er byrjaður av venja spakuliga við aftur, men hann fær ikki spælt enn. Harvið skulu nógvar rættu loysnir finnast í kvøld, um enska felagið skal sláa Timo Werner og co. út.

Av tí at Valencia skoraði eit mál í dystinum í Italia, livir ein lítil vón hjá spanska liðnum. Men Atalanta skal stórkiksað, um liðið ikki skal skriva søgu og spæla seg í sína fyrstu fjórðingsfinalu nakrantíð. Dysturin í kvøld verður leiktur uttan áskoðarar, og tað er sjálvandi ikki nakar fyrimunur hjá heimaliðnum

Champions League áttandapartsfinalur
10.03 
20.00: RB Leipzig (1) - Tottenham (0)
          Valencia (1) - Atalanta (4)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder