Fótbóltur

Myndir: Fara nú aftur eftir einum EM-plássi

Fyrsta føroyska venjingin í Reykjavík var á heimavøllinum hjá Víkingi Reykjavík - mikukvøldið skulu Føroyar royna at syfta Ísland.

Føroysku kvinnurnar byrjaðu við heldur serstøkum øvilsi hjá Jens á Skipagøtu, málverju- og mentalvenjara (Mynd: Sverri Egholm)

Føroysku kvinnurnar byrjaðu við heldur serstøkum øvilsi hjá Jens á Skipagøtu, málverju- og mentalvenjara (Mynd: Sverri Egholm)

2025-10-13 22:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Reykjavík, Ísland (Portalurin): Tað gekk ikki at koppa Íslandi í EM-undankappingini í 2023-2024. Tað endaði við tapum á ávikavist 4-5 mál.

Føroysku kvinnurnar kendu tó, at tær vóru væl við á báðum døgunum, og nøkur færri mistøk og marginalar, sum koppa hinvegin, kunnu gera mun hesaferð.

Mikukvøldið klokkan 20.30 føroyska tíð spæla Føroyar og Ísland í 1. umfari í undankappingini til EM 2026.

Uppgerðinar millum grannarar kunnu gerast ein lykil, tí Portugal, sum er styrkismett millum Føroyar og Ísland, er sterkari enn hini liðini í styrkisbólki 3.

Les eisini: Tað verður truplari at spæla okkum til EM hesaferð

Føroyska ferðalagið kom til íslendska høvuðsstaðnin tíðliga seinnapartin. Hópurin býr á gistingarhúsi rímiliga mitt í Reykjavík. Í kvøld var fyrsta venjingin á túrinum.

Vant var á heimavøllinum hjá Víkingi Reykjavík, sum hevur bæði hondbólt og fótbólt. Besta mansliðið í fótbólti er júst vorið íslendskur meistari, og har er Gunnar Vatnhamar ein av profilunum. Leirvíkingurin var tó ikki á Safamýri í kvøld - eftir flottu sigrarnar á Montenegro og Kekkia skuldi Gunnar Vatnhamar millum annað hjálpa við at fletta, sum hann greiddi frá á FM1 í gjár.

Hjá Føroyum vanui allar fult, fyriuttan Maria Pálsdóttir Nólsoy, sum er darvað av stoyti í skotøkslina. Hendan fekk bakspælarin úr Horsens fríggjakvøldið, og arbeitt verður við at fáa Mariu Pálsdóttir Nólsoy tøka.

Les meira: Undan fyrsta EM-undandystinum: Ivamál um Mariu Nólsoy

Arbeitt varð mest við kontraspælinum og verjuspælinum í kvøld - Sí myndir niðanfyri, sum Sverri Egholm tók

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder