Skopje, Norðurmakedónia (PortalurIn): Upphitingin er í gongd í Boris Trajkovski leikhøllini, har ein øgiligur larmur er - ikki frá áskoðarum men frá óvanliga harðum tónleiki.
Nógvir fjepparar eru tó komnir í høllina. Eisini umleið hundrað føroyingar har teir flestu hava hitað upp á Mariott gistingarhúsinum, har tey flestu halda til undir uppihaldinum í Skopje.
Føroyskur tónleikur, gott lag og síðani gekk leiðin til leikhøllina. Hetta sluppu føroysku fjeppararnir ikki sjálvir - nógv løgreglufólk gingu á odda og aftanfyri føroyska flokkin.
Nú eru áskoðararnir uppi í einum horni í høllini. Tey skulu kappast við fleiri túsund heimaáskoðarar. Á vøllinum stríðast Føroyar og Norðurmaekdónia um HM-pláss. Har hava Føroyar ein fyrimun á sjey málum undan kvøldsins uppgerð. Dysturin byrjar klokkan 18 føroyska tíð - fylg við á okkara beinleiðis bloggi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald