Hørður Askham venur ikki við, og ivamál er framvegis um René Shaki Joensen.
Sí eisini: René skal royna seg á vøllinum í dag
Annars so er føroyski hópurin í rímiliga góðum standi til dystin - serliga nú millum annað Odmar Færø, Jóannes Bjartalíð og Brandur Hendriksson eru við aftur. Hannes Agnarsson kann avgjørt eisini fáa ein leiklut.
Málverjarnir Mattias Lamhauge og Teitur Matras Gestsson eru tøkir. Teir vóru ikki við í september - nú er spurningurin, um annar av teimum avloysir Bárð á Reynatrøð. Leirvíkingurin stóð annars væl móti Norðurmakedónia og Lettlandi.
- Tað er gott at hava allar tríggir tøkar. Mattias og Teitur eru komnir fyri seg eftir skaðar, og tað sær gott út hjá teimum til venjing – tað verður ein meting um, hvør av teimum skal spæla. Vit hyggja millum annað eftir, hvørjum vit skulu spæla ímóti, tá vit velja. Avgerðin fellur í kvøld - tað er ikki vist, at tann sami málverjin stendur báðar dystirnar.
Tríggir málverjarar at velja ímillum - her síggjast tríggir mans til tíðindafund: Håkan Ericson, landsliðsvenjari, Sølvi Vatnhamar, landsliðsveteranur (t.h.) og Hans Erik Danielsen, miðlaovasti hjá FSF (t.v.) - Mynd: Sverri Egholm
Hetta segði Håkan Ericson, tá Portalurin spurdi um málverjuspurningin á dagsins tíðindafundi.
Sviin segði eisini, at hann væntar, at spælarar veruliga kunnu gera mun frá bonkinum til hesar. Hetta er eitt fokuspunkt hjá liðnum hesaferð.
Tað snýr seg um at royna at vinna stig, nú Føroyar eru aftast í bólki C eftir tvey umfør. Til tess er neyðugt við sterkum avrikum. Higaril hevur gingist væl á heimavølli í Nations League hjá Håkani Ericson og toymi.
Sí eisini: Hagtølini á heimavølli tala fyri Håkani og Føroyum
Talan var um eina heldur "lætta" og taktiskta venjing í dag. Sí myndir frá fyrstu løtuna í kuldanum her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald