Fótbóltur

Hagtølini á heimavølli tala fyri Håkani og Føroyum

Stig í seks av sjey heimadystum í Nations League undir hesum venjaratoyminum. Í morgin, og serliga sunnudagin, er tørvur á stigum.

Føroyar hava samanlagt hava vunnið stig í átta av teimum tíggju dystunum á Tórsvølli í Nations League, og Håkan Ericson hevur fýra sigrar í seks slíkum heimadystum. Seinasti kappingarsigur kom í seinasta Nations League-dystinum í 2022 (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyar hava samanlagt hava vunnið stig í átta av teimum tíggju dystunum á Tórsvølli í Nations League, og Håkan Ericson hevur fýra sigrar í seks slíkum heimadystum. Seinasti kappingarsigur kom í seinasta Nations League-dystinum í 2022 (Mynd: Sverri Egholm)

2024-10-09 07:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsti dystur yvirhøvur hjá Håkan Ericson, Eli Hentze og teimum allarflestu í hesum venjaratoyminum var 3. september 2020. Á einum so at siga tómum Tórsvølli, vegna koronufarsóttina, komu Føroyar framum (Klæmint Andrasson Olsen), síðani afturum áðrenn Andreas Lava Olsen og Brandur Hendriksson vendu tí móti endanum.

3-2 móti Malta og trý stig í skjáttuni. Sum heild hava Føroyar sum oftast fingið stig, tá Nations League-dystir hava verið í okkara landi.

Nations Leagur undir verandi venjaratoymi:

Nations League 2020 - Deild C: 
Føroyar - Malta 3-2
Føroyar - Lettland 1-1
Føroyar - Andorra 2-0

Samanlagt: 12 stig í 6 dystum

Nations League 2022 - Deild C: 
Føroyar - Luksemborg 0-1 *
Føroyar - Litava 2-1
Føroyar - Turkaland 2-1

Nations League 2024 - Deild C:
Føroyar - Norðurmakedónia 1-1

*Einasti heimaósigurin í kappingini undir verandi toymi

Um vit so eisini hyggja eftir allarfyrstu Nations League-kappingini, sum var í 2018, fingu Føroyar fimm stig. Fýra teirra komu á heimavølli: Sigur á Malta og javnleikur móti Kosovo. Tapið á Tórsvølli var móti Asebadjan (0-3). Hetta var undir Lars Olsen og Jóannes Jakobsen í einari størri Deild D, enn man hevur nú.

Hetta merkir, at Føroyar samanlagt hava vunnið stig í átta av teimum tíggju dystunum á Tórsvølli í Nations League. Helmingurin av heimadystunum í nýggjastu landsliðskappingini hjá UEFA er endaður við føroyskum sigri.

[object Object]
Håkan Ericson, Eli Hentze og Brandur Hendriksson Olsen í ovfarakæti eftir at síðstnevndi hevur smekkað bóltin í maltesiska málið eftir flott beinleiðis fríspark. Hetta var í yvirtíðini í heimadystinum móti Malta í september 2020 - uttan áskoðarar - og var talan um fyrsta dyst undir verandi venjaratoymi (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]Stórur fagnaður eftir seinasta bríks móti Turkalandi fyri beint yvir tveimum árum síðani. Føroyar vunnu 2-1. Talan var um seinasta dystin í Nations League 2022 - og seinasta kappingarsigurin hjá Føroyum (Mynd: Sverri Egholm)

Góð hagtøl, ið Håkan Ericson og hansara menn vilja byggja uppá - og eisini skulu byggja á. Armenia er gamaní styrkismett hægri enn lið sum Litava og serliga Malta, men støðan í bólkinum ger, at heimadystur móti teimum skal helst geva stig.

Lettland er styrkismett beint omanfyri Føroyar, og í triðju royndini móti baltiska landinum í ár hava føroysku menninir so at siga ikki ráð til annað enn at vinna. Annars sær ein veruleiki í Deild D í 2026 meira sannlíkur út. 

Sí eisini - video: 
Brandur og Bjartalíð: - Skulu hava seks stig hesa vikuna
Hanus: - Eg kann koma við nógvari orku og lekkrum detaljum

[object Object]
Bjartalíð er aftur - saman við øðrum góðum kreftum (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: (Myndir): Vandu í nógvum vindi

Føroyska liðið hevur seinastu venjingina undandystinum móti Armenia á middegi. Tíðindafundur verður eisini, og Portalurin verður til staðar á Tórsvølli við ymiskum tilfari.

Nations League Deild C, bólkur 4
3. umfar, hósdagin 10.10 á Tórsvølli
19.45: Føroyar - Armenia

Atgongumerki

4. umfar, sunnudagin 13.10 á Tórsvølli
19.45: Føroyar Lettland

Atgongumerki

Sí eisini: Skal ongantíð vera nakar ivi um, nær landsdystur er

Støðan: 
1. Norðurmakedónia 4 stig
2. Armenia 3 stig
3. Lettland 3 stig
4. Føroyar 1 stig *

Niðasta liðið í deildini flytir niður ella skal spæla um tað næsta ár.

Sí eisini: FSF hevur ikki stórvegis viðmerkingar til landsliðsvenjaraspurningin

Sí eisini: Málverjarnir: - Hetta er ein spennandi kapping millum okkum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder