Sterk avrik skulu síggjast, og nøkur stig skulu helst koma til høldar á Tórsvølli hesa vikuna.
Sum heild hava Føroyar staðið seg væl á Tórsvøll undir Håkani Ericson og toymi, tá talan er um Nations League. Móti Norðurmakedóni fyri einum mánaði síðani kom eitt stig í hús, og avrikið móti sterkasta liðnum í bólkinum var sum heild heildstoypt.
Føroyska liðið skal onkursvegna byggja á tað, men eisini reisa seg eftir tapið í Lettlandi. Um Føroyar ikki fáa nøkur stig, so er stórur niðurflytingarvandi - aftasta liðið í bólkinum flytir niður í niðastu deildina í Nations League ella skal spæla um tað næsta ár.
Spurnartekin eru sett við svenska høvuðsvenjaran hjá Føroyum. Håkan Ericson hevur nú nakrar av sínum lyklaspælarum aftur: Brandur Hendriksson Olsen, Jóannes Bjartalíð og Odmar Færø eru aftur - tað eru málverjarnir Mattias Lamhauge og Teitur Matras Gestsson eisini, umframt Hannes Agnarsson.
Sí eisini:
Fleiri broytingar í føroyska hópinum til lagnudystin
FSF hevur ikki stórvegis viðmerkingar til landsliðsvenjaraspurningin
Spælararnir hittust á Hotel Føroyum á middegi og venur nú á Tórsvølli. Tað er illfýsið og ikki tær bestu umstøðurnar til fótbóltsvenjing.
Liðið venur aftur í morgin og mikudagin - hóskvøldið klokkan 19.45 vitjar Armenia. Sunnukvøldið klokkan 19.45 er tað Føroyar - Lettland.
Nations League Deild C, bólkur 4
3. umfar, hósdagin 10.10 á Tórsvølli
19.45: Føroyar - Armenia
Atgongumerki
4. umfar, sunnudagin 13.10 á Tórsvølli
19.45: Føroyar Lettland
Støðan:
1. Norðurmakedónia 4 stig
2. Armenia 3 stig
3. Lettland 3 stig
4. Føroyar 1 stig *
* Niðasta liðið í deildini flytir niður ella skal spæla um tað næsta ár.
Sí myndir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald