Hannover, Týskland (Portalurin) - Klokkan 17 spæla Føroyar og Brasil í fyrra dystinum í HM-høvuðsumfarinum í Hannover.
Ein føroyskur sigur kann í øllum førum senda liðið nakað nærri fjórðingsfinaluni, og tá er gott við áskoðarunum úr heimlandinum.
Sí eisini:
Byrja móti Brasil í kvøld
Systkinabørnini saman: - Hetta er nakað heilt serligt
Tey flestu, sum vóru í Magdeburg, eru komin við til Hannover, og nógv eru eisini løgd afturat føroyska flokkinum í dag og í gjár.
Í løtuni eru føroyingarnir savnaðir uttanfyri Marriott Courtyard gistingarhúsið, sum er stutt frá Swiss Life-høllini, har U21-menninir skulu royna at taka enn eitt get móti at skriva søgu.
Sí myndirnar, sum Sverri Egholm tók fyri løtu síðani:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald