
Katowice, Pólland (Portalurin): Tað var ein serstøk løta, tá Merkið varð borið inn í Arena Katowice. Sum eitt av trimum londum skuldu føroyingar heiðrast við heiðursmerkjum og øðrum.
Ernir familjulimir og onnur fagnaðu føroysku spælararnar sum vistu, at teir høvdu gjørt nakað serstakt. Og teir fingu notið løtuna.
Stóru bronsuheiðursmerkini komu um hálsin - hetta er fyrstu ferð at eitt føroyskt lið vinnur heiðursmerki til eitt EM ella HM-endaspæl. Og sum tað minsta landið í hondbóltssøguni.
Hetta við at spæla javnleik móti Íslandi og vinna á: Norðurmakedónia, Rumenia, Fraklandi, Slovenia og til seinast Svøríki í bronsudystinum.
Torstein Sivertsen, H71
Aleksandar Lacok, TSV St. Otmar St. Gallen (SUI)
Sofus í Selvindi Nattestad, StÍF
Rói Seyer Hjaltason, H71
Niklas Gaard, Kyndil
Óla Jákup Gaard Olsen, VÍF
Tóki Fríðriksson, KÍF
Eyðbjørn Heini Danielsen, VÍF
Ísak Vedelsbøl, IK Sävehof (SWE)
Óli Mittún, GOG (DEN)
Høgni Heinason, H71
Høgni Højsted, H71
Rókur Ziskason, H71
Búi Djurhuus Poulsen, Grindsted GIF (DEN)
Trúgvi Hávardsson, StÍF
Tróndur Johnsson, VÍF
Høvuðsvenjarar: Djóni Gaard Joensen og Hjalti Mohr Jacobsen
Málverjuvenjari: Mladen Mjerimacka
Fysioterapeut: Durita Rouch
Liðleiðari: Høgni Vilhelmsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald