
Reykjavík, Ísland (Portalurin): Tað nærkast til EM-lagnudystin, men huglagið í føroysku leguni tykiskt meira lætt enn spent.
Tó var týðiligt til dagsins venjing, at nógvur dentur verður lagdur á smálutir - serliga í verjuspælinum. Nógvar endurtøkur vóru í kvøld, har ferðin í venjingini sum heild ikki var høg: Ikki fyrr enn móti endanum tá spælt varð á tvey mál.
Tað hevur millum annað snúð seg um at uppbyggja megi eftir harða dystin móti Svøríki, og venjaraparið hevur fyrireikað liðið uppá, hvat verður umráðandi móti Íslandi.
Tað kann vera ein lykil, um Maria Pálsdóttir Nólsoy spælir. Meira og meira bendir á, at so verður. Í øllum førum vandi 19-ára gamli bakspælarin fulla venjing í dag - hetta hóast hon breyt fingurin mánadagin.
Føroyar og Ísland spæla við Ásvelli á Hafnarfjörðinum í morgin klokkan 17 føroyska tíð. Vant var í dystarhøllini í kvøld - hetta er gamli heimavøllurin hjá Anniku Fríðheim Petersen, Natasju Hammer og Turið Arge Samuelsen.
Sí eisini: Skulu hugsavna okkum um okkara uppgávur
Sí myndir frá venjingini, ið Sverri Egholm tók, niðanfyri:
-
Við Ásvellir í Hafnafirði
-
Turið Arge Samuelsen og Jana Mittún
-
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen
-
Karin Egholm
-
Sjúrður Hildarson Hoydal, FM1 og Trok
-
Rakul Wardum
-
Annika Fríðheim Petersen
-
Jens á Skipagøtu, mental- og málmansvenjari
-
Málverjarnir Rakul Wardum og Annika Fríðheim Petersen
-
Maria Pálsdóttir Nólsoy
-
Rakul Wardum
-
Claus Mogensen, venjari
-
-
Maria Pálsdóttir Nólsoy
-
Natasja Hammer og Elsa Egholm
-
Jens á Skipagøtu og Rakul Wardum
-
Jens á Skipagøtu og Annika Fríðheim Petersen
-
Karin Egholm
-
Súna Krossteig Hansen
-
Karin Egholm
-
Turið Arge Samuelsen
-
Jana Mittún
-
Jens á Skipagøtu og Rakul Wardum
-
Natasja Hammer
-
Pernille Brandenborg og Bjarta Osberg Johansen
-
Turið Arge Samuelsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald