Fótbóltur

Myndir: KÍ-venjing á stórfingna leikvøllinum hjá Malmö FF

Lagið í KÍ hópinum tóktist vera sera gott, tá allir í hópinum vandu í kvøld.

Venjingin hjá KÍ bar brá av, at fokus hevur verið uppá taktikk og umstillingar. (Mynd: Áron Vest)

Venjingin hjá KÍ bar brá av, at fokus hevur verið uppá taktikk og umstillingar. (Mynd: Áron Vest)

2024-07-22 21:17 Author image
Áron Vest
placeholder

Malmø, Svøríki (Portalurin) Umstøðurnar á Eleda Stadion eru framúr góðar og KÍ hópurin fekk gagnnýtt allar hentleikar til fulnar. 

Í skrivandi løtu eru 18.124 atgongumerki seld og sum vit skrivaðu um í gjár, so kann Eleda Stadion taka 20.500 áskoðarar til UEFA dystir og tí kemur tað ikki óvart á starvsfólkini kring Malmö FF, um tað verður útselt.

Champions League 2. umfar, fyrri dystur
Eleda leikvøllurin, týsdagin 23.07
18.00: Malmö FF - KÍ

Stroyming: tv.ki.fo

Portalurin hevur fólk á staðnum í Svøríki, og ymiskt tilfar kemur frá dystardegnum í morgin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder