Hondbóltur

Myndir: Lív í føroysku áskoðarunum undan dystinum

Stemningurin var nær kókipunktinum, tá føroysku hondbóltsfjeppararnir savnaðust í FOH Bistro í Trier Arena undan dystarbyrjan. Sí myndirnar.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-11-26 18:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Plátuvendararnir, ið kalla seg DJ Wenzel syrgdu fyri tónleikinum, og rey/blá/hvítu føroyskir fjepparar syrgdu fyri stemninginum í mathøllini, sum liggur í tilknýti til høllina Trier Arena.

Lagið var gott - ikki minst tá sangurin "Sweet Caroline" tók at runga í hátalarunum. Tá var ein slanga skipað eftir gólvinum, sum rakk heilt upp á balkongina í høllinum. Vit loyva okkum at ivast í, um stemningurin nakrantíð hevur verið so góður á hesum stað fyrr.

Sverri Egholm tók myndirnar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder