Ljubljana, Slovenia (Portalurin): Trý mál og trý stig á Tórsvølli 26. oktober og í morgin skal KÍ aftur stríðast um sigurin móti Olympia Ljubljana, sum framvegis einki stig hevur í bólkinum.
Støðan í bólki A eftir trý umfør:
1. LOSC Lille 7 stig
2. Slovan Bratislava 6 stig
----------------------------
3. KÍ 4 stig
4. Olimpija Ljubljana 0 stig
Tvey lið koma víðari úr bólkinum
Menninir hjá Magna Hoseth kappast um at koma víðari í Conference League. Um hetta skal bera til, er tað at fáa stig - og helst trý - næstan eitt krav í morgin. Tað vita teir í KÍ-leguni, men teir vita eisini, at hetta verður ein torfør uppgáva.
- Tað er høgt sjálvsálit í hópinum. Vit eru væl fyri og gleða okkum nógv til dystin. Sum altíð, tá vit spæla í Evropa, verður tað trupult, og sum altíð fara vit eftir stóra avrikinum (…) tað skal eisini vera uppaftur betri enn í dystinum móti Ljubljana á Tórsvølli.
Hetta staðfesti Magne Hoseth á tíðindafundinum fyri løtu síðani, har hann og Árni Frederiksberg settu nøkur orð á uppgávuna og støðuna hjá liðnum - samrøður við teir vera tøkar seinni.
Eftir tíðindafundin var venjing á grasinum á Stozice leikvøllinum. Lagið tykist lætt og gott, og nakað av rørslum eru umráðandi fyri at fáa nógvu ferðingina í gjár úr kroppinum og fyri at venja seg við umstøðurnar.
Dysturin í annaðkvøld byrjar klokkan 20.
Sí myndir, ið Aleksandar Djorovic hevur tikið, niðanfyri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald