Fótbóltur

Myndir: Manntómt til kvinnulandsdyst á Tórsvølli

Føroyar og Estland spældu javnt 1-1 í vinardysti á Tórsvølli seint seinnapartin. Eingir áskoðarar vóru til dystin.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-03-09 19:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er ikki tí, at kvinnufótbóltur vanliga hevur nógvar áskoðarar, men í dag vóru at kalla eingir.

Okkurt vaktarfólk, miðlar og nøkur fá afturat. Tað var tað heila, sum var á Tórsvølli í kvøld, tá føroyska kvinnulandsliðið tók ímóti Estlandi. Hetta var orsaka av coronatilmælinum um at ikki savna fleiri enn 500 fólk til tiltøk.

Tað endaði javnt 1-1. Rannvá Biskopstø Andreasen skoraði málið fyri Føroyar.

Les eisini: Rannvá setti eitt flott punktum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder