Fótbóltur

Rannvá setti eitt flott punktum

Í sínum seinasta landsdysti tryggjaði 39-ára gamli leikarin Føroyum javnleik við sínum máli nummar 27 - talan var um ein væleydnaðan venjingardyst fyri Føroyar móti Estlandi á Tórsvølli. Hann endaði 1-1, og til tíðir var føroyska spælið heilt gott.

Viðleikarar fagnaðu veteraninum, ið endaði sína tíð á landsliðnum sera væl (Mynd: Sverri Egholm)

Viðleikarar fagnaðu veteraninum, ið endaði sína tíð á landsliðnum sera væl (Mynd: Sverri Egholm)

2020-03-09 19:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroysku kvinnurnar tóku í kvøld ímóti Estlandi í ársins fyrsta dysti. Talan var um venjingardyst sum fyrireiking til komandi EM-undankappingardystirnar. Dysturin varð leiktur uttan áskoðarar, orsaka av tilmælinum hjá heilsumyndugleikunum viðvíkjandi coronavirusinum.

[object Object]
Dysturin varð leiktur uttan fólk á áskoðaraplássinum (Mynd: Sverri Egholm) 

Fleiri myndir frá dystinum á Tórsvølli her

Føroyar byrjaðu ágangandi. Talan var um skjótt spæl og høgt trýst, ið gav nakrar góðar møguleikar. Heidi Sevdal var nær við at leggja Føroyar á odda eftir ein minutt og hevði ein uppaftur størri møguleika í 8. minutti, tá hon vann bóltin frá estiska málverjanum. Skotið fór tó stutt framvið, og tað fór góða skotið hjá Áslu Johannesen av brotsteigarmarkinum nakað seinni eisini. Samanlagt var heimaliðið omaná fyrra helmingin av 1. hálvleiki – síðani javnaði dysturin seg nakað. Góðar føroyskar taktir vóru at síggja viðvíkjandi m.a presspælinum og kombinatiónum við bóltinum. 

[object Object]
Heidi Sevdal stríddist sum altíð sera væl, og hevði nógvar góðar atgerðir við bóltinum (Mynd: Sverri Egholm) 

[object Object]
Julia Naomi Mortensen á høgra kanti var ein av teimum, ið var eyðsýnd fyrstu í 1. hálvleiki (Mynd: Sverri Egholm)


Estland hevði sín fyrsta møguleika eftir eitt korter. Samanlagt hildu Føroyar gestunum væl frá vandamiklum støðum í 1. hálvleiki. 19-ára gamli debutanturin í málinum, Eyðgerð Rúnadóttir Mikkelsen, tók sær av sínum, Lív Arge Poulsen og Rebekka Danielsen vóru tryggar í miðverjuni, eisini á bóltinum, og í høvuðsheitinum royndu Føroyar at byggja upp heilt frá egna málið av. Neyvleikin í alveringsspælinum fóru tó eitt sindur niður, sum hálvleikurin leið.

[object Object]
Rebekka Eschen Danielsen (í bakgrundini) spælir nú fótbólt í USA. Hennara avrik í miðverjini var sera sannførandi - bæði við og uttan bólt (Mynd: Sverri Egholm) 

Føroyska liðið hevði heldur trupult við at fáa spælt seg til støður í 2. hálvleiki. Eftir nakað av uppspæli endaði tað ofta við einari langari og óneyvari sending. Estland var meira ágangandi eftir steðgin og kom á odda eftir ein tíma. Føroyar mistu bóltin, og so varð gjørt skjótt at - eitt gott  gjøgnumbrot í vinstru og eitt gott skot í longra málhorn.

Heimaliðið royndi at svara aftur, men tað var ikki fyrrenn seinastu løtuna, at lív kom í. Nøkur góð uppspæl vóru og føroysku kvinnurnar stríddust væl. Tað hevði eisini avgerandi ávirkan, at 39-ára gamla Rannvá Biskopstø Andreasen kom inn til sín 56. og seinasta altjóða landsdyst. Klaksvíkskvinnan, ið hevur verið ein ímynd av kvinnufótbólt í Føroyumi hesa øldina, takkar nú fyri seg á landsliðnum. Hon setti eitt perfekt punktum, tá Føroyar smáar fimm minuttir fyri leik fekk óbeinleiðis fríspark stutt inni í brotsteignum hjá Estlandi, tí málverjin hjá útiliðnum hevur hildið bóltinum ov leingi. Ásla Johannesen nart við bóltin og so kundi Rannvá við sínum frálíka vinstra beinið lyfta bóltin uppum múrin, og umvegis yvirleggjaran silgdi bólturin í málið. Hetta var landsliðsmál nummar 27 hjá Rannvu, ið hevur havt eina flotta tíð á landsliðnum seinastu 19 árini.

[object Object]
Rannvá Biskopstø Andreasen fekk lufttúr eftir seinasta bríksl - nú fer hon at hugsavna seg um KÍ og leiklutin sum hjálparvenjari á U17-landsliðnum (Mynd: FSF)

Stórur fagnaður á føroysku leikarunum, og nú fóru bæði liðini eftir sigrinum. Tað endaði tó 1-1, og talan var um ein fínan venjingardyst hjá váðum liðunum. Hóast meginparturin av leikarunum hjá Føroyum als ikki eru í dystarvenjing, sá formurin út til at vera í lagi og spælið var til tíðir gott. Nógvir ungir leikarar vóru í spæl í dystinum; m.a byrjaði 18-ára gamla Sanna Svarvadal úr KÍ inni á fyrsta sinni og spældi so at siga allan dystin á høgra bakki, og javngamla Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir úr ÍVB kom inn til sín fyrsta landsdyst.

[object Object]
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir (Mynd: Sverri Egholm) 

[object Object]
Sanna Svarvadal (Mynd: Sverri Egholm)

Um ein mánað eru stig uppá spæl, tá Føroyar vitjar í Wales í EM-undankappingini. Tá fer støðið á mótsstøðuliðið eisini nakað væl upp.


Venjingrdystur, Tórsvøllur 09.03
Føroyar – Estland 1-1 (0-0)
61’ 0-1
87’ Rannvá Biskopstø Andreasen1-1

Føroyar (4-3-3/4-1-4-1):
Eyðgerð Rúnadóttir Mikkelsen – Sanna Svarvadal (89’ Sarita Maria Mittoss), Lív Finnbogadóttir Arge Poulsen, Rebekka Eschen Danielsen, Ásla Johannesen (L) – Ansy Sevdal Jacobsen (69’ Ansy Sevdal Jacobsen), Jacoba Langgaard (81’ Marita á Fríðriksmørk) , Eyðvør Klakstein (81’ Rannvá Biskopstø Andreasen) – Julia Naomi Mortensen (Sara Samson Lamhauge), Heidi Sevdal, Evy á Lakjuni (60’ Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir)

Venjari: John Petersen

Dómari: Alex Troleis

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder