Fótbóltur

Myndir: Marrudysturin í Slovenia

Tað endaði 2-0 til heimaliðið í einum dysti har KÍ lítið og einki skapti. Sí myndir úr Ljubljana.

(Mynd: Aleksandar Djorovic)

(Mynd: Aleksandar Djorovic)

2023-11-09 23:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Olimpija Ljubljana var sum eitt annað lið í mun til á Tórsvølli fyri tveimum vikum síðani, og tað var KÍ eisini.

KÍ fekk ongantíð spælið at rigga, og tá so Árni Frederiksberg fekk eina ivasama útvísing í 63. minutti, gjørdist tað trupult.

Heimaliðið fekk tvey skjót mál stutt fyri leiklok. 2-0, og tað gerst trupult at røkka málsetninginum um at spæla seg víðari úr bólkaspælinum.

Les eisini: KÍ livir á eggini eftir ósigur í Ljubljana

Aleksandar Djorovic tók myndirnar fyri Portalin:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder