Berlin, Týskland (Portalurin) - Familja, unnustur, vinfólk og onnur stóðu til reiðar at taka ímóti føroysku spælarunum, tá teir komu til Max Schmeling høllina fyri einari løtu síðani.
Føroyska liðið hevur roynt at fyrireika seg væl til fjórðingsfinaluna móti Serbia, og um ein stóran tíma verður fyrsta bríksl í Berlin.
Sí eisini:
Julian Johansen: - Serbia er kanska fysiskt sterkasta liðið í kappingini
Pauli Jacobsen: Haldi vit eru betri enn teir á nøkrum økjum
Djóni og Jónas við múrin: Føroyar vinna við fýra
Spæla móti EM-bronsuvinnarunum
Skulu royna at skriva nýggja søgu í Berlin
Lutfalsliga nógvir føroyingar hava verið til allar dystirnar hjá føroyska U21-liðnum í Týsklandi, og nú HM-fepurin er vaksandi, og fleiri hava fingið møguleikan at komið, so liggur talið í øllum førum umleið 100 fólk.
Kringvarpið sendir dystin beinleiðis, og FM1 sigur frá. Vit hava ymiskt tilfar úr høllini - sí myndir frá løtunum uttanfyri høllini niðanfyri.
U21 HM-endaspæl, fjórðingsfinalur
Hósdagin 29.06 - Max Schmeling Arena, Berlin
12.15: Føroyar - Serbia
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald